Størsta málið er at halda fram at skapa góðar karmar fyri vøkstri og menning

Kommunuval 2024: Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, svarar fýra skjótum

Fríðmundur Nattestad
28. mai 2024 kl. 20:00

Í samband við kommunuvalið, sum verður í november, hevur Dimmalætting sett øllum borgarstjórum í landinum nakrar spurningar.

Her svarar Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu:


Hvat avrik í hesum valskeiðnum er tú fegnast um?

- At tað við skilagóðari fíggjarstýring hevur eydnast at skapa karmar fyri íbúðar- og setahúsabygging. Kann eisini nevna vatnreinsiverkið, brimverju í Oyrunum, vinnuøkið, skúlan, svimjihøllina, dagstovnarnar, eldraøkið, musikkskúlan, ítróttarøkið, endurnýtsluvirkið, vegir o.a.


Hvat mál, sum ikki eydnaðist at loysa í hesum valskeiðnum, iðrar tú teg mest um?

- At tað enn ikki er eydnast at fáa eina avtalu við Landsverk um loyvi at umvæla og tryggja vegin á Agninum við Kornvatn.


Hvat er størsta málið, sum er fyri framman, í komandi valskeiði?

- At halda fram at skapa góðar karmar fyri vøkstri og menning, so fígging er til fleiri spennandi verkætlanir.


Stillar tú upp aftur á komandi kommunuvali?

- Almennur uppstillingarfundur verður í september.