Størri fjølbroytni í bústaðarmøguleikum i Tórshavn

Vit skulu eisini byggja “non-profit”, tað vil siga, lutaíbúðir, almennar leiguíbúðir, íbúðir til lesandi, 60+ og byrja at hugsa í alternativum loysnum.

Bergdís Ester Gisladóttir
9. november 2020 kl. 10:41

Eg havi fylgt væl við kjakinum um bústaðarpolitik í ymiskum londum. Serligani í Íslandi, Føroyum og Danmark. Eg havi i gjøgnum árini hoyrt grundgevingar um, at bert vit byggja nokk av íbúðum, tað vil siga økja um útboðið, so fer prisurin niður. Sum búskaparfrøðingur má eg siga, at tað er at gera støðuna alt ov einfalda.

Man skal bara stykkja meira út siga tey, man skal bara lata tað privata byggja meir. Eg meini, at bankarnir hava nógv størri ávirkan á prísin á íbúðum, enn tey flestu  vilja ásanna.

Eg havi fylgt við í Íslandi, har grundøki nærum vaksa á trøum og tí eru nógv lættari at ogna sær, enn í Danmark og í Føroyum. Kortini havi eg ikki sæð tað stóra prísfall, sum økt útboð skuldi havt við sær. Í Íslandi eru fyritøkur farnar at innflyta byggitilfar beinleiðis úr m.a. Póllandi og øðrum londum. Kortini fer prísurin ikki niður.

Tað er nemliga eitt, ið hevur týdning: Tá prísurin er farin upp, so er ringt at fáa hann niður aftur. Sjálvt bankakreppan í 2008, har útboðið hækkaði og eftirspurningurin lækkaði, gjørdi lítlan mun á prísinum í Danmark og næstan ongan mun í Íslandi. Man kann spyrja, hví tað er so? Ein orsøk er, at um íbúðarprísurin lækkar, gerast ov nógv fólk tekniskt insolvent og bankarnir mugu avskriva lán. Tað er við øðrum orðum ikki gott fyri bankarnar, um íbúðarprísurin lækkar.

Hvat skal kommunan gera, fyri at øll hava møguleika at fáa tak yvir høvdið?

Tórshavnar kommuna skal fara undir at byggja í “non-profit”, tað vil siga, lutaíbúðir, almennar leiguíbúðir, 60+ íbúðir, íbúðir til lesandi og byrja at hugsa í alternativum loysnum. Í Íslandi hava pensjónskassar og fakfeløg verið við til at stovna non-profit lutaíbúðar og leigusjálvsognastovnar, og eg eri ikki í iva um, at vit eiga at skunda undir, at tað sama hendir her, tí tað riggar!  

Set X við Bergdís sum stillar upp í Tórshavn fyri Tjóðveldi 

www.bergdis.fo

Facebook: shorturl.at/cnCQ6