Í 2022 vóru 7,6 prosent av fólkinum í Føroyum í fátækaváða. Tað er nærum á sama stigi, sum í 2021, 2020 og 2019.
Hetta vísir uppgerð hjá Hagstovu Føroya.
Uppgerðin vísir eisini, at fátækaváðin er ymiskur kring landið.
– Tað eru lutfalsliga fleiri undir fátækaváðamarkinum í Sandoyar-økinum og Suðuroyar-økinum samanborið við restina av landinum, sigur Hagstovan.
10,8 prosent av fólkinum í Sandoyar-økinum og 10,9 prosent av fólkinum í Suðuroy eru undir av fátækaváðamarkinum.
Minstur er fátækaváðin í Eysturoyar øki og Norðstreymoyar øki, har ávikavist 6,5 og 7,2 prosent eru í fátækaváða.
Fátækaváðin, á enskum "at-risk-of-poverty", er eitt altjóða mát, ið lýsir borgararnar í samfelagnum við lutfalsliga fáum nýtslumøguleikum. Grundarlagið undir hagtølunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka hjá hvørjum borgara eitt heilt ár. Fátækaváðin sigur, hvussu stórur partur av borgarunum í samfelagnum hava eina javnvirðisinntøku, sum er lægri enn 60% av miðjavnvirðisinntøkuni í samfelagnum.