Ógvisligir skógareldar herja og hava herjað í norðara parti av Sibiria seinastu mánaðirnar. Tað er eitt øki við nálaskógi í Jakuta-lýðveldinum, ið er herjað við skógareldum.
170.000 ferkilometrar av skógi eru brendir síðani mai, og nú nærkast eldurin høvuðsstaðin, Jakutsk, har tað búgva 270.000 fólk. Alt í alt er talan um eitt øki á stødd við Sveits og Eysturríki, sum stendur ella hava staðið í ljósum loga. Hetta er samstundis triðja árið á rað, at so herviligir skógareldar herja í landnyrðingspartinum av Sibiria.
Tað skrivar russiski miðilin Meduza.
Jakuta hevur eina vídd, ið er tríggjar ferðir størri enn Frakland, og veðurlagsbroytingar sigst vera orsøkin til herviligu skógareldarnar.
Moskva drálar við at senda hjálp til økið, tí stjórnin kalkulerar við, at kostnaðurin at sløkkja eldarnar ikki má kosta meira, enn teir skaðar, ið eldurin er atvoldin til. Og tá ið tað ikki búgva so nógv fólk í Jakuta, so sleppa eldarnar at brenna víðari.
Tað einasta, ið er hent, er at stjórnin í Moskva hevur sent nakrar tyrlur til staðið við manning, ið eru útgjørd við spaka og eldvarpara, har roynt verður at byrgja eldin inni.
Russiski miðilin skrivar eisini um lívshættisligu viðurskiftini hjá sløkkiliðsfólkunum, ið eru send til økið, tí útgerðin hjá teimum er út av lagi vánalig og ótíðarhóskandi.
Serfrøðingar hjá Greenpeace meta, at talan er um størsta skógareldin, sum nakrantíð er skrásettur.