Stórir eldar í Grikkalandi

Túsundavís av fólki flýggja frá stóreldunum á oynni Evia. Stór øki eru brend, og nógv fólk hava mist hús og heim

Silja av Reyni Wennerström
8. august 2021 kl. 22:03

Hitabylgjan í Grikkalandi hevur elvt til stóreldar. Á næststørstu oynni Evia stendur ringast til, men teð brennur eru eisini nær Athen og í býnum Olympia, søguliga staðnum har Olympisku leikirnir byrjaðu. 

Eldarnir hava tikið 56.000 hektarar av jørð, skrivaði BBC í gjár og fólki í hópatali eru rýmd heimanífrá. Tvey fólk eru deyð. Ein av teimum var ein 38 ára gamal sjálvboðin sløkkiliðsmaður. 

Eldarnir byrjaðu týsdagin 3. august á oynni Evia, síðani breiddu teir seg. Tað er ikki greitt hvussu eldarnir byrjaðu, men forsetin í Grikkalandi heldur teir vera eitt úrslit av umhvørviskreppuni. 

Meira enn 570 sløkkiliðsmenn berjast ímóti eldinum á oynni Evia. Fleiri lond veita stuðul við sløkkiliðsfólki, flogførum og øðrum. Grikski herurin er eisini á settur inn. 

Tað er tó ikki bara í Grikkalandi at tað brennur. Stóreldar eru eisini í Sibira, Kalifornia og í Turkalandi, har í minsta lagi átta fólk eru deyð.