Stórhøllin á Strondum komin á fíggjarlógina

Fíggjarætlanin í Sjóvar kommunu fyri 2022 varð samtykt 29. november. Har sæst millum annað, at tað eru settar tvær milliónir av til fyrireikingar at byggja høll á Strondum

Sigurjón Einarsson
2. desember 2021 kl. 11:29

Hóast arbeitt verður við eini ætlan um eina stórhøll í Havn, sum verður mett at kosta 218 milliónir krónur, so hava strandingar ikki givið upp. Tað sæst millum annað í fíggjarætlanini fyri 2022 í Sjóvar kommunu, har tvær milliónir krónur eru settar av til fyrireikingar at byggja eina ítróttarhøll á Strondum.

Sjóvar kommuna skrivar soleiðis um hallarbygging (sjovar.fo):

– Ásannandi, at vit hava brúk fyri eini ítróttarhøll, hevur kommunustýrið sett tvær milliónir krónur av til at byrja fyrireikingar til at byggja eina høll á Strondum, skrivar kommunan.

Víðari stendur, at Sjóvar kommuna ætlar at fara í holt við at byggja høllina í 2023.

Hetta er søtur tónleikur í oyrunum hjá StíF-fólki, sum sigur seg fegnast um, at nú verður farið í gongd við at fyrireika og byggja ítróttarhøll á Strondum.

– StÍF vil vera ein konstruktivur viðleikari í hesi ætlan, sum fer at geva felagnum enn betri karmar og umstøður. Høllin fer eisini at skapa trivnað og menning í nærumhvørinum.

Víst verður millum annað á, at fólkatalið á vestara armi á Skálafjørðinum er vaksið støðugt tey seinastu árini, har fólkatalið frá 2015 til 2021 er vaksið úr 1.600 til umleið 1.900 fólk – ein vøkstur á 17 prosent.

Víðari skrivar felagið, at tað er tørvur á tveimum hallum á vestara armi.

– Høllin á Skála hevur í mong ár verið góður karmur um virksemið felagsins. Tá ið høllin á Strondum verður liðug, verða báðar hallirnar karmur um virksemið og menningina hjá StíF. Tað er natúrligt, at Stranda Ítróttarfelag hevur atgongd til høll á Strondum, skrivar hondbóltsfelagið á heimasíðu sínari.

Ynskja eisini at koma á landsins fíggjarlóg

Strandingar hava eisini sent løgtinginum eina umbøn um at veita stuðul til eina høll á Strondum, sum verður mett at kosta 120 milliónir krónur. Umbønin er at fáa 84 milliónir krónur komandi trý árini, har løgtingið veitir 70 prosent av byggikostnaðinum, meðan Sjóvar kommuna skal lata 30 prosent til verkætlanina.

Arbeitt verður við eini ætlan, har høllin skal standa liðug í 2024, har Sjóvar kommuna nú ítøkiliga hevur sett tvær milliónir av til verkætlanina í komandi fíggjarlóg.

Skattaprosentið í Sjóvar kommunu verður óbroytt, 21 prosent, og barnafrádrátturin verður eisini óbroyttur, 7.000 krónur.

Væntaðar inntøkur hjá kommuni verða 57.8 milliónir krónur, meðan væntaðar útreiðslur verða 52 milliónir krónur. Íløgur skulu gerast fyri tilsamans 22.3 milliónir krónur.