Hóskvøldið á ársins festivali fer Summar Festivalurin at hátíðarhalda, at 20 ár eru liðin, síðani fyrsti festivalurin varð hildin á Vágsbø í Klaksvík.
Fyrsti festivalurin var í føgrum summarveðri í 2004, og eftir fáum árum vaks Summar Festivalurin seg til landsins størsta tónleikatiltak. Síðani hava heimsnøvn sum Roxette, Westlife, The Scorpions, Mika, Cliff Richard, Melanie C, Alan Walker, Ronan Keating, Suzi Quatro og Twisted Sister spælt á Summar Festivalinum. Hundraðtals føroyskir bólkar og solistar hava eisini framført.
Nú Summar Festivalurin rundar 20 ár, verður tað hildið við stórfingnari jubileumskonsert, har bæði føroyskir og útlendskir sangarar og tónleikarar luttaka.
Á konsertini verður eitt gott og fjølbroytt úrval av sangum, sum hava verið spældir á Summar Festivalinum ígjøgnum árini, framførdir. Talan verður bæði um einstakar sangir, sum artistarnir sjálvir framføra, og sangir og sirpur, har góðir sangarar tulka heimshitt, sum hava ljómað á Vágsbø.
Millum nøvnini, sum fara at framføra á konsertini, verða Lena Anderssen, Jørgin Dahl, Guðrið Hansdóttir, Ingi Poulsen, Paul Watchorn, Laila Carlsen, Malan Eyðunsdóttir og Karl Martin Samuelsen. Eisini verður okkurt yvirraskilsi.
Lagt verður upp til eina hugnaliga og fangandi fagnaðarkonsert, har teir góðu og kendu sangirnir vera í miðdeplinum. Hetta verður ein minnilig løta á ársins festivali.
Atgongumerki til Summar Festivalin kunnu keypast í Telebúðum og her: