Í ár hevur rútmiska sangkórið, Glymur, verið virkið í samfull 40 ár. Tí skipar kórið fyri stórfingnum fagnaðarkvøldi í Sjónleikarhúsinum í Havn leygarkvøldið.
Tey siga í tíðindaskrivi, at skráin fyri kvøldið er løgd við tí fyri eyga, bæði at heiðra tónleikinum, og lýsa søguna hjá kórinum, og harvið leggja eitt klípi afturat føroyskari kórsøgu.
Tað verður gjørt við kórsangi, samrøðum, felagssangi og tónleikai. Søgan hjá Glymi verður borin fram bæði munnliga, skrivliga og við sangunum, tey fara at syngja.
Umframt at syngja undir leiðslu av verandi kórleiðara, Hans Olivur Joensen, fer kórið eisini at syngja undir leiðslu av fyrrverandi kórleiðarum.
Fyrrverandi kórleiðarar, sum fara at stjórna kórinum eru Jógvan Telling Joensen, Benjamin Gaasedal, Niels Winther, Sámal Matras Kristiansen og Pauli Hansen.
Umframt kórsang, fara Kim Hansen, Kári P og Hans Olivur Joensen eisini á pall sum einstaklingar. Eivør Pálsdóttir, sum er uttanlands, fer at bera kórinum eina heilsan, sum hon var partur av í sambandi við eina av mongu kórferðunum, tey hava verið á.
Tórður Mikkelsen verður pallstjóri.