Stórar mótmælisgongur ganga í løtuni fyri seg í fleiri býum í Amerika.
Mótmælishugurin birtist eftir at Texas í síðsta mánað avmarkaði atgongd til fosturtøku. Tað er nú bannað at taka fosturtøku í Texas, um tað ber til at máta hjartaslagið hjá fostrinum. Tað ber vanliga til at máta í sættu viku – men tá veit kvinnan vanliga ikki av, at hon er við barn.
Fleiri aðrir konservativir statir í Amerika hava somu avmarkingar, sum Texas viðtók í síðsta mánað.
200 felagsskapir eru tí komnir saman um at skipa fyri mótmælisgongum, sum eru í 660 býum í Amerika.
Størsta mótmælisgongan var í Washington D.C., har mótmælisfólk gingu ímóti hægstarætsbygnininum, har sokallaða Roe móti Wade-lógin varð viðtikin.
Roe móti Wade lógin varð viðtikin í 1973. Hon er ein fosturtøkulóg, sum tryggjar rættin til fosturtøku í USA. Lógin hevur havt við sær, at fosturtøkur eru loyvdar, so leingi fostrið ikki er lívført – tað markið liggur vanliga millum 22. og 24. burðarviku.
Í dag er meirilutin av dómarunum í hægstarættinum konservativir, og tí óttast fosturtøkuviðhaldsfólk, at hægsti dómstólurin fer at gera upp við Rode móti Wade-avgerðina.
Komandi mánadag skulu dómarnir hittast fyri at viðgera nýggju fosturtøkulógina í Mississippi, sum kann hava við sær, at Rode móti Wade verður sett til viks. Tað kann gera, at tað verður upp til teir einstaku deilstatirnir at avgera, um fosturtøka skal vera loyvd ella ikki.
Bara í ár hava 19 av statunum í Amerika viðtikið 63 lógir, sum avmarkað atgongdina til fosturtøku.