Stórabretland og Svøríki hava í dag almannakunngjørt, at londini fara at veita hvørjum øðrum hjálp, um annað landið skuldi verið álopið.
Boðini komu seinnapartin í dag á tíðindafundi í Svøríki, eftir at bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, og svenski forsætisráðharrin, Magdalena Anderson, høvdu fundast.
Bæði Svøríki og Finland hava í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina viðgjørt møguleikarnar fyri at fara upp í Nato samstarvið,
Sum skilst er talan um eina politiska yvirlýsing landanna millum, sum ikki hevur somu tyngd, og sum ikki er bindandi, eins og limalondini í NATO binda seg at hjálpa hvørjum øðrum, skrivar BBC.
Men Boris Johnson gjørdi á tíðindafundinum greitt, at Stórabretland stuðlar Svøríki, óansæð um Svøríki fer at biðja um NATO limaskap ella ikki.
Boris Johnson gjørdi eisini greitt, at Stórabretland fer at stuðla Svøríki á tann hátt, sum Svøríki vil stuðlast.
Magdalena Anderson gørdi í røðu sínari eisini greitt, at Russland hevði hótt við ”svari”, um Svøríki ger av at biðja um NATO limaskap, men tað er framvegis ikki greitt, júst hvat Russland meinar við einum svari.
BBC metir, at talan kann gerast um ein týdningarmiklan styrk hjá Svøríki, skuldi Svøríki gjørt av at biðið um NATO limaskap, tí yvirlýsingin kann vera partur av at tryggja Svøríki í teimum mánaðunum, meðan umsóknin um NATO limaskap verður viðgjørd, og Svøríki ikki tí ikki hevur ta trygdina, ið NATO limaskapur skal veita.