Stórabretland: Koppsetingarnar byrja at bera frukt

Tað eru ábendingar um, at koppsetingarnar hava avmarkað spjaðingini av koronavirusinum í Stórabretlandi

Sigurjón Einarsson
22. februar 2021 kl. 22:34

Eftir at hava koppsett fyri koronu í tveir og ein hálvan mánað, byrjar Stórabretland so spakuliga at síggja úrslitini av skundmiklu koppsetingarætlanini.

Talsmaður fyri koppsetingarætlanina sigur, at tey longu nú síggja ábendingar um, at spjaðingin av koronavirusinum er avmarkað.

Somikið væl gongur at koppseta bretar, at forsætisráðharrin, Boris Johnson, kunngjørdi í dag, at hann fer at leggja ætlanina fyri, hvussu bretska samfelagið letur uppaftur komandi mánadag. Tó segði hann, at øll koronutiltøk væntandi fara úr gildi innan 21. juni.

Stórabretland byrjaði sína koppsetingarætlan tann 8. desember í fjør. Síðani tá hava fleiri enn 17 milliónir fólk fingið fyrra prikið. Tað búgva 66 milliónir fólk í Stórabretlandi.

Stórabretland er tað landið í Evropa, ið hevur koppsett flestar av sínum borgarum.

Á heimsstigi er tað bert Ísrael og Sameindu Arabisku Emiratini, sum hava koppsett fleiri fólk per íbúgva enn Stórabretland.