Stóra umskúlingin - Grønland 1950-1952

Brot úr útkomnari danskari bók eftir Anne Kirstine Hermann. Týtt hevur Pauli Nielsen

Útferð við Fedgården, frítíðardeplinum hjá Barnabata við Faxe. Her búðu tey 22 grønlendsku børnini á sumri í 1951, áðrenn tey fóru til donsku fosturforeldrini
Anne Kristine Hermann – Pauli Nielsen týddi
26. desember 2022 kl. 15:20

Herfyri  var nógv at hoyra í tíðindunum um 22 donsk smábørn, sum í 1950-árunum vóru send til Danmarkar til fosturs í eitt ár, at læra seg danskt og gloyma móðurmálið, so tey heimafturkomin kundu vera við til at gera grønlendingarnar danskar. Henda greinin er eisini um, hvussu hart hetta tiltakið rakti tey flestu, sum vórðu vavd uppí ta royndina. Orsøkin til umrøðuna er bók, sum danski antropologurin og tíðindafólkið, Anne Kirstine Hermann, hevur skrivað um henda døkka blettin í donsku heimsveldissøguni, í royndini at fjala útyvir fyri ST, at Grønland var eitt hjáland, sum átti at fáa hjálp frá hjálandaveldinum at koma burtur úr hjálandastøðuni. 

Til at tryggja farmburðin í hjálandinum, sum ST kravdi, setti danska stjórnin sær fyri at broyta grønlendska skúlan. Tað kom eisini væl við, nú danir skuldu sannføra ST um, at grønlendingar høvdu somu mentan og sama mál sum hinir partarnir av Danmark. Skúlin skuldi nú vera meinlíkur danska fólkaskúlanum, og fyri at trýsta broytingarnar ígjøgnum, skeyt nevndin upp at gera úrvalsflokkar til summar grønlendskar næmingar. Børnini skuldu skipast í eitt A-og eitt B-lið. B-liðið skuldi vera til dugnaligastu næmingarnar, sum skuldu undirvísast á donskum. Hetta var hildið skilagott, tí tá ið dúvað var uppá tey, sum “vóru best fyri”, fór tað, sum tey dugdu í donskum “so líðandi at síggjast aftur aðrastaðni í samfelagnum. Nevndin helt, at foreldrini ikki enn skuldu hava nakað at siga í skúlanum, men at tey sum frá leið kundu verða hoyrd í skúlanevndini á staðnum.

Einans trý til fimm prosent av grønlendingunum tosaðu danskt síðst í 1940-árunum. Harafturímóti høvdu tey flestu dugað at lesa og skriva móðurmálið síðan miðskeiðis í 1800-árunum. Men danir hildu grønlendskt vera eitt minni ment mál. “Vit mugu eisini minnast til, at grønlendskt er eitt lítið framkomið mál, og tí eru málslig mørk fyri, hvat av upplýsandi tilfari kann endurgevast á grønlendskum,” skrivaði nevndin. 

Uppskot um at senda børn til Danmarkar at læra danskt
mælti hon til at gera vistarskúlar, har børnini í smábygdunum kundu savnast at læra danskt. Nevndin helt, at tey, sum vóru serliga væl fyri, skuldu sendast eitt skifti til Danmarkar. “Til tey børnini, sum í skúlanum - serliga í einum skúla við báðum málunum - tykjast at vera serliga væl fyri, mælir nevndin til, at ein skipan verður gjørd, so tey rættiliga tíðliga, eitt nú í 11-12 árs aldri, verða send á ein danskan vistarskúla at ganga í millumskúla og kanska eisini í studentaskúla”

Í nógv áratíggju eftir nýskipanina vórðu dugnaligastu børnini tí send til Danmarkar í sjeynda ella áttanda flokk at ganga í skúla í eitt ár. Meðan tey vóru niðri, búðu børnini hjá húskjum í nánd av skúlanum, og hjá nógvum børnum, gjørdust donsku vertshúskini kærkomin sambond gjøgnum lívið. Men hjá øðrum gjørdist tíðarskeiðið í fremmanda landinum bæði einslig og eyðmýkjandi, og merkti tey alt lívið. Til síðst í 1970-árunum vórðu umleið 9000 grønlendsk skúlabørn sent eitt tílíkt skifti til Danmarkar, og einasta sambandið við foreldrini var okkurt brævið nú og tá.

Aftaná hava børnini sagt frá longsli og sakni, um spent viðurskifti við fosturforeldrini, og eisini um málsliga hvøkkin og samleikakreppuna tey fingu, tí tey vórðu send til Danmarkar og síðan heimaftur. Men áðrenn sonevndu niðursendingarnar vórðu skipaðar fyri øll bókliga gávað børn í Grønlandi, fóru myndugleikarnir undir eina roynd, sum seint verður gloymd í grønlendsku søguni og umrødd sum “royndin”.

Hví vórðu børnini send niður til Danmarkar?
Orsakirnar til royndina vóru fleiri. Tí meðan danska stjórnin royndi at gera grønlendingar so danskar sum gjørligt, leitaðu hjálparfelagsskapirnir Barnabati og Reyði Krossur eitt nú eftir nýggjum verkætlanum. Nú var væl fráliðið síðan annan heimsbardaga, og teir báðir felagsskapirnir vóru meira ella minni óvirknir. Barnabati var um at verða niðurlagdur, og í Reyða Krossi var hildið, at arbeiði í Grønlandi hevði sett felagsskapin “í gott ljós og munað”, tá ið peningur varð savnaður inn komandi árini. Tí gjørdi Reyði Krossur, stutt eftir at grønlandsnevndin var sett, av at senda økislæknan, Kai Ludvigsen, til hjálandið at kanna viðurskiftini.

Ludvigsen, sum bar heitið Buller, doktari í Grønlandi, var prúður maður og skallin var berur omaná kvapsuta andlitinum. Í 1930-árunum hevði hann verið í Nanortalik saman við konuni, og tey komandi tíggju árini hevði hann á ferðum sínum ymsastaðni í Grønlandi varnast, at skjótu broytingarnar fóru illa við grønlendingunum. “Fólki er í eini ógvisligari skiftistíð sum krevur breiðan rygg hjá teimum grønlendingum, sum skulu gera sær vónir um at koma heilskapaðir ígjøgnum tíðina,” skrivaði Ludvigsen. Ikki fyrr enn hann kom til Suðurgrønland, fekk økislæknin hugskotið, sum seinni gjørdist hornasteinurin í arbeiðinum hjá Reyða Krossi í Grønlandi. Tí har sá Ludvigsen fyrsta barnaheimið í Grønlandi, og hann skrivaði tá, at “tað var ein fragd at síggja tey sjey børnini á heiminum, tey tosaðu og skiltu nøkurlunda danskt, tey vóru vælvand og fegin, vóru væl ílatin og sunn á at lít.”

Á barnaheiminum sá læknin Ludvigsen beinanvegin møguleikarnar hjá Reyða Krossi at gerast “miskunnsami sámáriabúgvin” í Grønlandi, sum hann orðaði seg. Í frágreiðingini eggjaði hann tí felagsskapinum at seta á stovn barnaheim, har faðir- og móðurleys kundu fáa eina virðiliga danska uppaling. “Vit gera ongantíð ov mikið fyri at búgva børnini út við so sunnum og góðum lívsreglum sum gjørligt, skulu vit bara gera okkum eina lítla vón um at fáa fólkið, fyri at siga tað bart út, burtur úr tí suggu, sum tey nú liva í,” skrivaði hann.

Á einum fundi í grønlandsnevndini hjá Reyða Krossi 6. februar í 1950 greiddi formaðurin í nevndini, N.G. Bugge frá, at hann hevði tosaði við deildarstjóran, Eske Brun, sum hevði váttað, at stórur tørvur var á barnaheimum í landinum, og at grønlandsnevndin mælti til, at privatar kreftir røktu tílíkar uppgávur. Bugge tosaði síðan við formannin í grønlandsnevndini, sum mælti Reyða Krossi til at taka uppgávuna á seg. 

Barnabati og Reyði Krossur vildu hjálpa
Tá hevði Barnabati  leingi roynt at sleppa at senda grønlendsk børn til fosturs í Danmark eitt skifti. Í 1949 hevði fyrisitingin ikki tikið av, men felagsskapurin gavst ikki so. Tey fóru beinleiðis til økislæknan, Alex Laurent-Christensen, við ætlanini. Hann hevði starvast í Grønlandi í nógv ár og var nú í Danmark sum limur í grønlandsnevndini. Økislæknin tók undir við Reyða Krossi, og tá ið felagsskapurin setti seg í samband við Eske Brun, sum í einum uppriti í 1947 hevði lagt dent á trýstið frá ST um at hjálpa hjálondunum at loysa, og sum hevði heitt á stjórnina at gera broytingar í Grønlandi, sat eisini í grønlandsnevndini og kendi tí ætlanirnar um at broyta grønlendska skúlaverkið sera væl.

6. juli í 1950 hittu umboð fyri Barnabata stjórnardeildina fyri Grønland, sum takkaði felagsskapinum fyri at taka á seg uppgávuna at senda grønlendsk børn til Danmarkar. Fyrisitingin nevndi ætlanina eina “roynd, sum stjórnardeildin fyri Grønland fór at fylgja við heilum huga, og at tær royndir, vit fáa burtur úr tí,  kunnu fáa sera stóran týdning fyri arbeiðið í Grønlandi.” Barnabati og  stjórnardeildin fyri Grønland samdust um, at tíðarskeiðið í Danmark ikki mátti vara longur enn eitt ár, tí fyrisitingin vildi tryggja sær, at børnini ikki “fóru fyri skeyti”. Ætlanin var júst, at tey skuldu aftur til Grønlands og “gerast kjarnin” í nýggja, danskt mælta skúlanum. Partarnir samdust eisini um, at lækni skuldi kanna børnini við stuttum millumbilum, og at fylgjast skuldi við “skynseminum” og hvussu tey tóku ímóti “nútíðar tilfari”. Sama dagin skrivaði stjórnardeildin fyri Grønland eitt tilmæli til Grønlendska landsráðið um at senda “20 foreldraleys 6-7 ára gomul grønlendsk børn til Danmarkar á vári í 1951.

Á einum fundi í Godthåb 28. juli í 1950 fekk deildarstjórin Eske Brun grønlendska landsráðið at taka undir við ætlanini. Hann lovaði “at tey, sum fóru, fyrst av øllum vóru foreldraleys børn. Høvdu børnini foreldur, fóru tey bara, um foreldrini bóðu um at fáa barnið til Danmarkar.”

Og nógvir limir í landsráðnum tóku eisini glaðbeintir undir við hugskotinum. Johan Thomasson úr Tungssaq mælti eisini til at  senda meira enn 20 børn niður, tí hann helt, at nógv fóru at søkja um at fáa sítt barn við. Aðrir vóru ivasamari. Peter Nielsen úr Godhavn helt, at børnini høvdu avvarðandi, sum vóru betur før fyri at taka ábyrgdina av børnunum á seg, og Søren Kaspersen úr Egedesmindi bar ótta fyri, at børnini fóru at gloyma móðurmálið, meðan tey vóru burturi. Eske Brun svaraði, at børnini neyvan fóru at gloyma málið so skjótt, og at tey ið hvussu var skjótt lærdu tað aftur. Uppskotið varð samtykt við 19 atkvøðum fyri og fýra ímóti.

Ikki fyrr enn nakrar mánaðir eftir, at landsráðið hevði tikið undir við uppskotinum, var endaliga ætlanin løgd. Nú fekk Eske Brun í stjórnardeildini fyri Grønland høvið at para danska tørvin at gera mentanina og málið í oynni danskt saman við Reyða Krossi, við áhugan hjá Barnabata at hjálpa grønlendsku børnunum. Á einum fundi millum Barnabata og stjórnardeildina fyri Grønland 1. desembur í 1950 samdust partarnir um, at tey 20 børnini skuldu vera frísk og koppsett, og at  skúla- og heilsumyndugleikarnir í Grønlandi harumframt skuldu “syrgja fyri at senda børn niður við so høgum skiltali sum gjørligt, tí ætlanin var, at børnini eftir uppihaldið í Danmark, skuldu hýsast í komandi barnaheiminum hjá Reyðakrossi og ganga í komandi A-B-skúlunum.”

Nógv bendir á, at Reyði Krossur einki fekk at vita um, at teirra barnaheim í Grønlandi eisini skuldu vera partur av royndini, fyrr enn tveir mánaðir seinni. Á einum fundi í grønlandsnevndini hjá Reyða Krossi í februar í 1951 greiddi skrivstovustjórin, Otto Jensen, frá at grønlandsnevndin og landshøvdingin í Grønlandi tók sum givið, at fyrsta liðið av foreldraleysum grønlendskum børnum, sum skuldi búgva í barnaheiminum hjá felagsskapinum í hjálandinum, skuldi vera tey 20 børnini, sum Barnabati hevði búgvandi niðri frá á sumri í 1951 til á sumri í 1952. Tí roknaði Grønlandsnevndin við, at barnaheimið í Godthåb stóð liðugt í 1952, so børnini kundu flyta inn. Og tá ið tað í øllum førum var grønlandsnevndin sum gjørdi av, hvørji børn skuldu sleppa at búgva á barnaheiminum, hevði Reyðu Krossur ongar viðmerkingar. 

Ætlanin verður eitt royndarverkevni
Ætlanin gjørdist tessvegna eitt royndarverkevni, sum skuldi senda 20 foreldraleys úrvalsbørn í seks-sjey ára aldri til Danmarkar í eitt ár - fyrst í frítíðarbýli til børn og síðan til fosturs. Síðan skuldu tey aftur til Grønlands, har tey skuldu búgva á barnaheiminum hjá Reyða Krossi og vera danskt mæltar fyrimyndir í nýggja, tvímælta skúlanum. Ella sum forsætisráðharrin, Hedtoft, greiddi frá í grønlandsnevndini hjá Ríkisdegnum: “Tey kunnu vera grundstovnurin í komandi tvímæltu skúlunum.”  

                                                             ***

Longu árið eftir gjørdist kortini greitt, at ógjørligt var at finna 20 seks, sjey ára gomul foreldraleys úrvalsbørn. Tí fjarritaði Lundsteen “eingin melda seg til” til stjórnardeildina fyri Grønland. Tað merkir, at myndugleikarnir ikki megnaðu at finna nóg nógv skikkað børn í Grønlendsku býunum og bygdunum. Tí mælti landshøvdingin til at broyta treytirnar, so børnini kundu vera frá fimm til átta ára gomul. “Kanska fáa vit nóg nógv børn, um aldursmarkið verður broytt til fimm til átta ára aldur, og at vit slaka í skilvísiskravinum. Landshøvdingin skeyt eisini upp at sleppa kravinum um, at børnini skuldu vera foreldraleyst.

Stjórnardeildin svaraði 6. apríl, at vegna semjuna við Barnabata og alla umrøðuna í fjølmiðlunum, vóru tey lítið sinnað at sleppa ætlanini. Tí tók stjórnardeildin undir við uppskotinum um at breiðka bólkin til fimm til átta ára gomul, og at móðurloysingar kanska eisini kundu takast við, sum veruliga ikki vóru foreldraleys - og tað var beint tvørturímóti tí, sum Eske Brun hevði lovað landstinginum átta mánaðir frammanundan. Harafturímóti var stjórnardeildin lítið fyri at slaka í skilvísiskravinum. Sostatt rúmkaði landshøvdingin um treytirnar til eisini at taka móðurloysingar við - sjálvt um tey enn áttu pápa, systkin og onnur skyldfólk. 

Boð fóru til øll prestagjøldina at finna fimm til átta ára gomul børn
So sendi undirvísingarstjórin í Grønlandi boð til øll prestagjøldini í Vesturgrønlandi um, at fimm til átta ára gomul og móðurleys kundu skjótst upp til royndina, um pápin tók undir við, at barnið fór á barnaheim eftir uppihaldið í Danmark. Harafturat skuldu faðirleys børn, sum áttu mammu, ikki skjótast upp til royndina, tí “nógvar mammur mundu fara vilja hava barnið aftur, og tað fór at órógva royndina.”

Prestarnir mæltu nú til nøkur børn: tvey móðurleys børn úr Nanortalik, eitt foreldraleyst barn úr heilsubótarhúsinum í Juliannehåb, ein átta ára gamlan drong úr Jakobshavn, ein foreldraleysan drong úr Eysturgrønlandi og tvær gentur úr kolanámsbygdini Kutdligssat á Disko, onnur búði hjá ommuni og hin hjá einum beiggja, og báðar dugdu framúr væl í skúlanum. Síðst í apríl, fáar vikur áðrenn børnini skuldu sendast til Danmarkar, hevði undirvísingarstjórin sostatt bara sjey møgulig “uppskot” til royndina. Tí minti hann 28. apríl hini prestagjøldini á at svara. Prestagjøldini í Sukkertoppen, Holsteinsborg, Frederikshåb, Godhavn og Egedesminde mæltu nú til tveir móðurleysar dreingir, eina faðirleysa gentur og tríggjar foreldraleysar dreingir, har fosturforeldrini í einum føri ikki vildu av við hann. Samstundis skrivaði presturin í Godhavn, ”her eru ikki fleiri móðurloysingar í økinum, sum eg kann fáa hendur á.” 

Men hvussu við samtykkinum?
Í stuttu tilráðingini um børn nevndi umleið helmingurin av prestunum, at foreldrini høvdu givið sítt samtykki, loyvi ella á annan hátt tóku undir við uppskotinum. Ein søgulig frágreiðing um gongdina, sum varð kunngjørd fyri almenninginum í desembur í 2020, gjørdi kortini ta niðurstøðu, at sera lítið er skjalfest um, hvussu samrøðurnar við tey avvarðandi høvdu verið gjørdar, hvat prestarnir høvdu tosað við foreldrini um, og hvørjar treytirnar høvdu verið.

Sum foreldrini minnast, er ivasamt um tey skiltu, hvat ið tey gjørdu, tá ið tey eftirlíkaðu, at børnini sluppu við. Haraftrat er bara í minni enn helminginum av førunum próvfast, at foreldrini nakrantíð góvu sítt samtykki. Systir Gabriel Schmidt í Neria í Suðurgrønlandi mintist seinni, at pápin sýtti fyri at lata sonin frá sær, og hvussu hann græt og bað til Gud, tá ið aftur eini boð komu við postinum. Har var hvørki frælst val ella foreldraloysi, sum Eske Brun hevði lovað grønlendsku politikarunum. 1. mai í 1951 kundi landshøvdingin umsíðir skriva til stjórnardeildina fyri Grønland í Keypmannahavn, at nú vóru 29 børn í uppskoti, og av teimum vóru 23 skikkað. Summi vóru foreldraleys, onnur móðurloysingar og nøkur vóru faðirloysingar. Mamma summi búði í Godthåb, og landshøvdingin helt ikki, at nøkur óráð vóru at taka hesi børnini við, tí heimafturkomin skuldu tey á barnaheim har í býnum.

Tá ið endaligi listin umsíðir var liðugur 12. mai, vóru 14 dreingir og níggju gentur á honum. Yngsta barnið var bara fýra ár, fimm børn vóru fimm ár, trý vóru seks ár, sjey vóru sjey ár, seks vóru átta ár og eitt var níggju ára gamalt. Seks vóru foreldraleys, sjey høvdu mist mammuna og tíggju høvdu mist pápan. Undirvísingarstjórin tók kortini synd í einum fýra ára gomlum dreingi úr Godhavn, sum búði hjá eini mostir. Bara tveir dagar frá henni misti drongurin allan matarlystin, og undirvísingarstJórin helt tí, at tað var ábyrgdarleyst at senda lítla dreingin til Danmarkar.

Drongurin Eli úr Julianehåb og børnini Bodil og Søren úr Nanortalik komu til Danmarkar við flogfari av amerikansku herstøðini Blue West One við Narsarsuaq. Drongurin Barselaj úr Scoresbysund í Eysturgrønlandi fór til Danmarkar við M/S Jopeter, meðan David úr Angmagssalik, syðri á eysturstrondini, fór við flogbáti til Reykjavíkar og síðan til Keypmannahavnar við M/S Dronning Alexandrine. 

Carla Lucia úr Kutdligssat
Tær báðar genturnar úr Kutdligssat vóru seinkaðar av ísinum og fóru tí seinni enn ætlað við M/S Amdrup til Keypmannahavnar. Onnur gentan úr niðurløgdu kolanámsbygdini á Disko í Norðurvesturgrønlandi var Carla Lucia, sum var sjey ára gomul. Barnaheim hennara var ein lítil smátta úr viði við eini sinkspann við úthurðina, at hjálpa sær sjálvum í. Inni var køkur við ongum vatni ella hita og ein stova við ovni, einum borði og tveimum krakkum umframt eini stórari brík at sova á og eini koyggjusong. Ljósi gav ein flogmúslykt á borðinum. 

Húskið við fýra børnum gekk í kirkju hvønn sunnudag í lítla bønhúsinum í bygdini, og tey lívbjargaðu sær við fugli, fiski og kópi alt árið. Bara á serstøkum hátíðardøgum fekk húskið hjá Carlu epli. Hvørja viku vórðu børnini avlúsað, fyrst við petrolium og lúsakambi, síðan við vatni og síðst við lunkaðum landi. Pápin og elsti sonurin, Alaufi, arbeiddu í kolanáminum, og tá ið teir fingu løn, keypti Alaufi pakkar við mariukeks til tey smáu systkinini.

Tá ið foreldrini doyðu av tuberklum, sum herjaðu um alt landið - bara eitt ár var ímillum tey - mátti 17-ára gamli Alaufi lívbjarga yngru systkjunum og hjálpa teimum at røkja skúlan. Tey vóru fátæk, og børnini máttu út við blikkum og grýtum at bidda mat í munnin frá grannunum. Tað var vanligt millum inuittarnar at hjálpa hvørjum øðrum, tá ið neyðin stóð í durinum, men børnini fóru ongantíð til donsku húsini at bidda.

Alaufi gjørdi sítt besta at halda húskinum saman, men á vári í 1951, tveir mánaðir eftir at mamman doyði, kom ein donsk kvinna og fór avstað við Carlu. Carla segði á grønlendskum við Alaufi, at hon vildi ikki við henni, og Alaufi týddi, so kvinnan visti, hvat ið hon segði. Men hon svaraði, at Alaufi kundi ikki taka sær av systkjunum allar ævir. Tá ið Alaufi svaraði, at skyldfólk fóru at taka sær av teimum, smíltist hon bara og segði, at Carla fór at fáa tað gott, læra danskt og síðan koma heimaftur til síni.

Síðan varð tað sindrið, sum Carla átti, pakkað inn í eitt sprøklut turriklæði. Alaufi setti uppá, at hann skuldi rógva hana út til skipið, og tá ið tey søgdu hvørjum øðrum farvæl, hongdi hann verndargripir um hálsin á henni, ein rýpufót og ein harufót í einum lítlum posa úr kópaskinni. “Teir fara at ansa væl eftir tær,” lovaði hann. Av lúnningini á skipinum sá Carla bláa anorakk hjá beiggjanum minka og minka og umsíðir hvørva. 

                                                                        ***

Móttøkan í Keypmannahavn
Størsti hópurin við 15 børnum børnum úr Jakobshavn, Egedesminde, Holsteinsborg, Sukkertoppen, Godthåb og Frederikshåb komu við M/S Disko til Keypmannahavnar við barnagentuni Hansine Holm. Eftir drúgva ferð á sjónum við sjóverki og longsli kom M/S Disko í Redhavnina í Keypmannahavn seint á kvøldi 7. juni. Tey 15 royndarbørnini stóðu so fitt fram við lúnningini, dreingirnir í hvítum anorakkum og genturnar i reyðum troyggjum við danska flagginum í hondunum, og vístu seg fyri øllum blaðmyndatakarunum og teim hundraðtals dønunum, sum vóru komnir at hyggja at teimum óvanligu smábørnunum.

Við yvirskriftini “kærkomin fosturbørn” lýsti Politiken dagin eftir “tey yndisligu grønlendsku børnini”, sum stóðu so forvitin og hugdu at “tí púra ókenda heimi, sum vísti seg fyri teimum.”

Aalborg Amtstidende vildi vera við, at øll børnini frammanundan høvdu “búð á grønlendskum barnaheimum, tí tey eru foreldraleys.” Blaðið skrivaði eisini, “hetta er á fyrsta sinni, at so smá grønlendsk børn verða flutt til Danmarkar at búgva. Kanska verður royndin grundarlag fyri, at meira verður gjørt á hesum økinum, so betri samband verður millum Danmark og Grønland.”

Nationaltidende skrivaði somuleiðis, at hetta var “fyrstu ferð roynt verður at flyta so smá børn úr Grønlandi til Danmarkar, og stórur áhugi er fyri, hvussu fer at gangast, tað kann kanska gerast byrjanin til størri samstarv á hesum økinum. Væntandi verður hetta fyrsta liðið av grønlandsbørnum aðaltátturin í nýggja, tvímælta skúlanum í Grønlandi.”

Í fyrsta umfarið fingu børnini innivist á frítíðardeplinum hjá Barnabata, Fedgården, tætt við Faxe, har børnini úr Eysturgrønlandi, Julianehåb, Nanortalik og Kutdligssat løgdust aftrat út á summarið, so hvørt sum tey komu.

Carla stóð bara og gapaði, tá ið hon sá trøini í lundini uttanum Fedgården - tað sjónina hevði eitt barn, sum var vaksið upp norðanfyri polarkringin ongantíð sæð. Luftin var heit og køvandi, og børnini sleptu sær úr kamikkunum. Tjúkku flætturnar hjá Carlu vórðu kliptar av og Carla fekk stuttan frunt, so sleppast kundi undan lúsum.

Samstundis við øllum skjótu broytingunum byrjaði eisini ein stútt, spakulig broyting, sum seinni gjørdist ein kíli ímillum tey 22 børnini og teirra skyldfólk og landar. Tað sum kom fyrst av øllum á Fedgården var, at børnini ikki skuldu tosa móðurmálið. Tí hvurvu grønlendsku orðini so líðandi úr málinum, og børnini longdust ikki longur eftir anaana ella adaada, men mor ella far. “Vit skuldu gloyma málið, og tey noyddu okkum at læra okkum danskt bæði við góðum og illum,” mintist Carla aftur á, tá ið hon var vaksin. “Vit vóru ravnar, tí vit høvdu ongar næstingar, eingi systkin, einki mál.”

Um tað mundið, tá ið frukttrøini mistu bløðini við Fedgården, byrjaði ein nýtt tíðarskeið í donsku mentanini av av teimum 22 børnunum. Starvsfólkini vatnkembdu børnunum hárið og stillaðu tey upp við navnaskelti úr pappi um hálsin, so fosturforeldrini sóu, hvørji tey vóru. Margit Frølund, sum búði einsamøll í Stensved í Suðursælandi, kom eftir Carlu, og bakarin í bygdini koyrdi tær hagar. Frúgvin Frølund var lærarinnan í bygdina og búði í skúlanum. Skúlastovan var í øðrum endanum á húsinum, og í hinum endanum var køkurin og kamarið, har Carla nú skuldi sova í seingini saman við fosturmammuni, sum var góð við hana men eisini strong. Smágentan longdist heim. Um kvøldini fór hon onkuntíð út í garðin at hyggja eftir norðlýsum, sum hon ongantíð fekk eyga á. 

Ingrid, drotning, vitjar børnini á Fedgåden í 1951

Forsturforeldur vilja ættleiða barnið
Samstundis fekk royndin eina aðra vend. Seks donsk fosturforeldur - biskuppar, læknar, heilsølufólk og lærarinnan í Stensved - høvdu hesar mánaðirnar fingið tílíkan tokka til tey smáu, myrkhærdu børnini, og søktu nú um at ættleiða tey. Trý av børnunum, teirra millum Carla, vóru foreldraleys, tvey vóru móðurloysingar, og eitt hevði mist pápan.

“Barnið eigur eingi foreldur longur,” skrivaði Margit Frølund um Carlu í umsóknini um ættleiðing. “Har stendur í hennara læknakorti, at tey búðu illa. Hon hevur ikki verið før fyri at siga mær um aðrar næstingar enn systkini. Sjálv eri eg 39 ára gomul og ógift, og eg haldi, at eg kann siga, at hon er góð við meg, sum eg eri við hana.”

Løgmálaráðið hevði avgerðarrættin, men umsóknirnar vórðu lagdar fyri bæði stjórnardeildina fyri Grønland og Barnabata. Báðir partar vóru í fyrsta lagi ímóti ættleiðingunum. Barnabati gjørdi vart við, at sjálvt endamálið við fostursuppihaldinum var at geva grønlendska samfelagnum eitt skump, og tað varð av ongum, um børnini vórðu verandi í Danmark. Stjórnardeildin fyri Grønland vísti á tað sama og skrivaði, at “endamálið við at børnini vóru send hetta skiftið í donsk heim var, at tey skuldu koma aftur, kveikt av nýggjum árini, sum vónandi fyrst av øllum fór at gagna teimum sjálvum, men eisini menningini í grønlendska samfelagnum sum heild.”

Kortini mótmæltu hvørki stjórnardeildin fyri Grønland ella Barnabati ættleiðingarumsóknunum. Stjórnardeildin hjálpti enntá umsøkjarunum við at biða Lundsteen, landshøvding, um at fáa til vega dópsbrøv og samtykki frá foreldrum. Eins ógreitt tað er, um næstingarnir til tey tey 22 børnini vistu, hvørjum tey samtyktu í, tá ið tey lótu børini fara til Danmarkar, er ivasamt, um

næstingarnir til tey seks børnini, sum fosturforeldrini vildu ættleiða, skiltu, at ein ættleiðing eftir danskari lóg merkti, at tey endaliga lótu børnini frá sær. 

Gomul siðvenja at taka børn til fosturs millum inuittarnar
Í gamla inuittasamfelagnum var vanligt, at børn av ymiskum orsøkum komu til fosturs hjá næstingum. Í summum førum høvdu foreldrini ilt við at føða barnið, í øðrum førum vóru fosturforeldrini barnleys, og tí flutti barnið til teirra sum sonevnt gávubarn. Tað var sosial venja, sum gjørdi sítt til at styrkja ættarbondini, sum hildu inuittaættunum saman. Vanliga kendu børnini fosturforeldrini frammanundan, og foreldrini kundu altíð biðja um at fáa barnið aftur.

Tí skilti mamma fimm ára gamla Henrik Raaschou, Sara Lennert í Holsteinsborg, ikki, at drongurin kom ikki aftur. Í skjølunum í málinum sæst, at hon samtykti ættleiðingini, men har sæst eisini, at hon tveir dagar seinni sendi fjarrit á grønlendskum til stjórnardeildina fyri Grønland og fregnaðist eftir, hvar Henrik var, og hvussu hann hevði tað. Stórasystir Henriks, Kirstaaraq Enoksen segði seinni frá, at mamman síðst í 1950-árunum fór at leita eftir Henriki. Sara sendi brøv til Danmarkar, og soleiðis fekk hon umsíðir at vita, hvar Henrik var. Kistaaraq Enoksen sá ikki lítlabeiggjan fyrr enn hann, 30 ára gamal steðgaði ein hálvan tíma í Holsteinsborg við ferðandi háskúlanum.

Men hesi seks børnini vóru ikki tey síðstu, sum á ivasomum grundarlagi vórðu ættleidd donskum húskjum.

                                                                  ***

Meðan Carla, Henrik og fýra onnur børn vórðu verandi í Danmark, legði Umanak 25. oktobur frá landi í Keypmannahavn við 16 royndarbørnum umborð við kós ímóti Grønlandi og barnaheiminum hjá Reyða Krossi í Godthåb.

Á barnaheiminum, sum hevði goymslu við eplum og gularótum í kjallaranum, fingu tey 16 bønini hvørt sína koyggjusong. Fyristøðukvinnan, Dorthea Bengtzen var í ljósabláum sjúkrasystrabúna og stívaðum fyriklæði, og hon nevndi seg fyri teimum sum nýggja mamman. Nú skuldu tey ganga í nýggja, danskmælta skúlanum, og grønlendskt var strangliga bannað. Kivfakkarnir - tænastugenturnar - á barnaheiminum fingu strangliga álagt ikki at læra børnini tað vakra málið. Í staðni lærdu børnini at bíða við at eta, til sagt var “værsgo”, at tyggja matin 32 ferðir, halda gaflinum við vinstru hond og syngja “tak for mad” við samanløgdum hondum eftir døgurðan.

Royndarbørnini høvdu smáligt samband við foreldrini og næstingar - ofta ikki meira enn eitt jólakort frá barnaheiminum. Tí búsettu bar fimm av teimum 22 børnunum seg í Grønlandi, tá ið tey komu til. Næstan øll royndarbørnini gjørdust rótleys og høvdu ilt við at fóta sær, gjørdust misnýtarar og nógv teirra doyðu á ungum árum. Eitt tók lívið av sær. Tvey vórðu myrd.

Ljós varð ikki rættiliga sett á málið um royndina fyrr enn í 1998, sløk 50 ár eftir at tað byrjaði, og tað kunnu vit takka rithøvundanum, Tine Bryld fyri. Hon hevði leitað málið fram í Ríkisskjalasavninum og havt samband við tey flestu, sum í barnaárunum høvdu verið royndarkaninir. Áðrenn Tine Bryld setti seg í samband við tey, høvdu hvørki børnini ella teirra næstu nakra hóming av, at tey vóru partur í einum royndarverkevni. Myndugleikarnir høvdu ongantíð grett fyri teimum, hví tey vórðu tikin frá sínum næstu.

                                                         ***

Børnini í hjálandinum gjørdust sostatt eitt stýringaramboð hjá donsku umsitingini. Royndin og onnur grønlendsk børn, sum seinni vórðu send til Danmarkar, boða frá, at børnini gjørdust amboð hjá myndugleikunum at umvenda fólkið til danska mentan og mál. Mannagongdin at nýta børn at samlaga børn hjá upprunafólki til evropiska mentan er ikki ókend og varð eitt nú nýtt at samlaga “aboriginals” í Avstralia og teir ymiskum upprunaligu fólkabólkarnar í Kanada, teirramillum inuittarnar.

Sjálvt um Barnabati og Reyði Krossur bóðu um umbering fyri leiklutin í royndini í 2009 og 2010, so er vanlukkuliga umskúlingin bæði í fjølmiðlunum og í bókum borin fram sum ein miseydnað danska roynd at hjálpa grønlendingunum. Brotini vóru gjørd “i den bedste mening” verður skavað útyvir. Tað endurtók Metta Frederiksen, forsætismálaráðharri, eisini av røðarapallinum í spurnatímanum í fólkatinginum 8. desembur í 2020 beint eftir at hon hevði givið eina almenna umbering til tey 22 børnini, sum høvdu verið við í royndini. “Vit hava eina ótrúliga søgu saman í ríkisfelagsskapinum millum Danmark og Grønland, men har eru eisini daprir partar. Sumt var hildið at vera tað besta at gera, men kortini við ógvisligum avleiðingum fyri tey, sum vóru drigin uppí,” segði forsætismálaráðharrin.

Ørkymlandi fjarritið frá landshøvdinginum til stjórnardeildina fyri Grønland í Keypmannahavn, sum broytti upptøkutreytirnar til royndina, so tær ikki longur bara umfataðu foreldraleys grønlendsk børn

Tá ið vit hugsa um politiska høpið, sum royndin varð gjørd í, líkist málið heldur einum brikki í eini danskari ætlan um at gera Grønland danskt við tí endamálið, at innlima hjálandið í danska yvirvaldsøkið. Tað, sum danska stjórnin og danskir myndugleikar hugsaðu um, um hetta mundið, var at fáa Grønland av listanum hjá ST yvir hjálond, við at sannføra heimssamfelagið um, at Grønland var ein danskur landslutur og ikki eitt hjáland. Eitt skjótt skifti frá grønlendskum til danskt mál og mentan hjá børnunum í hjálandinum kom tí væl við, og ilt er at fjala útyvir, at royndin gekk lagaliga saman við danska framferðarháttinum í ST.

Tá ið vit lesa frágreiðingina frá setningsnevndini í 1950, er ábertandi, at grønlendska fólkið verður umtalað sum børn, sum skuldu uppalast og umskúlast til eitt tíðarbært lív og danska mentan. Við øðrum orðum hildu danir grønlendsku mentanina vera óbúna. Soleiðis var eisini víða hvar í hjálondunum. Lesið bara tað, hvussu enski rithøvundurin, Rudyard Kipling, skrivaði í bókini “Byrða hvíta mansins” um tað ið sermerkti undirsáttarnar í hjálondunum, sum “hálvan djevul, hálvt barn”.

Barnamyndaberingin gjørdist eisini ein sjálvsmynd, sum grønlendingar tóku til sín. Í einum kendum sangi hjá skaldinum Jonathan Petersen, byrjar grønlendski teksturin, “Vit halda land okkar vera fátækt, vit halda tað altíð vera einkisvert. Men Danmark hevur tað sum hjáland, vit vita at Danmark eigur tað.” Jonathan Petersen heldur fram í øðrum ørindi, “Tøkk til Danmark, at tað hugsar um síni børn. Tað er sum ein móður, og gævi tað eisini fer at minnast tey í komandi tíðum!”

Granskarar hava seinni gjørt vart við, at tílíkur háttur at lýsa upprunafólk eisini hjálpti dønum at staðfesta yvirvaldsrættin og ávirkanina í Grønlandi. Tí er tað áberandi hvussu sterk munadygga myndberingin við Danmark sum verjandi foreldrinum og Grønland sum óbúna barninum enn stendur í donsku søguni um gamla hjálandið.

Tá ið ein danskur tíðindamaður, stutt áðrenn Grønland fekk sjálvstýri í 2009, gav út eina bók um landið, var afturljóðið frá hjálandatíðini ikki at koma uttanum: “Skjótt fer ‘pinkubarnið’, sum er 50 ferðir størri enn Danmark, koma á føtur og fara til gongu, men við nalvastronginum til Keypmannahavnar nógv ár aftrat,” vildi hann vera við. Sum frá er liðið - og við kravinum um sjálvstýri - hevur myndberingin flutt seg, so Grønland ikki longur verður umrøtt sum eitt barn, men sum eitt ótakksamt hálvvaksið, sum ikki veit, havt ið gagnar tí best.