Stóra føroyska bókaútsølan byrjar 5. apríl

Hesa ferð kunnu kanska serliga tey, sum leggja seg eftir at lesa og eiga føroyskan skaldskap, gera størsta hálið. Ein stórur...

Innsent
3. apríl 2018 kl. 12:15

Bókhandlarafelagið og Bókadeild Føroya Lærarafelags skipa fyri føroysku bókaútsøluni.

Hesa ferð kunnu kanska serliga tey, sum leggja seg eftir at lesa og eiga føroyskan skaldskap, gera størsta hálið. Ein stórur partur av tí, sum er komið út hesi nógvu seinastu árini av skaldsøgum, krimi, stuttsøgum og yrkingum er við, so nú er samlaða talið av bókum methøgt við næstan 450 ymiskum titlum - og harumframt eru eisini 100 fløgur.

Bunkin av yrkisbókum er eisini trivaligur. Bygdasøgur, ævisøgur, siðsøgur, bøkur um mat og um ítrótt, námsfrøði og andalig viðurskifti liggja lið um lið við nógvar aðrar.

Og sum altíð eru eisini ein hópur av barnabókum, talið táttar hesa ferð upp ímóti 150 við evnum, sum fevna breitt: alt frá fittum ósekum bókum til tann lítla alvan til ræðubøkurnar, sum finnast millum ungdómsbøkurnar.

Tað koma nógvar bøkur út millum ár og dag, og áræðið at geva út hevur ongantíð bilað. Men tá ið støddin á upplagnum skal ásetast, verður ofta tikið ríviliga til. Tí liggja størri og minni uppløg eftir av bókum ymsastaðni. Hesum bókum bilar einki annað, enn at tær eru gamlar nýggjheitir ella yesterday news. Og tað eru hesar bøkur, ið verða seldar fyri lítið og lætt. 

Føroyski bókamarknaðurin er so mikið avmarkaður, at tað ber ikki til at hava útsølu við føroyskum bókum hvørt ár, men at halda hesa bókaveitslu annaðhvørt ár vísir seg at bera væl til. Tað er eitt krav, at bøkurnar, ið koma á útsølu, skulu vera í minsta lagi tvey ára gamlar. Hava bøkurnar verið á tveimum útsølum, sleppa tær vanliga ikki við aftur. Men í ár hava nøkur forløg havt høvuðsreingerð á goymslunum og funnið okkurt forkunnugt, sum nú sleppur við fyri allarseinastu ferð.

Bókaútsølan hesaferð endar 28. apríl.