Stór spreinging í London

Ein stór spreinging hevur verið í London nú seinnapartin. Løgreglan sigur, at talan er ikki um yvirgang

Sigurjón Einarsson
28. juni 2021 kl. 15:22

Ein stór spreinging hevur verið í London nú seinnapartin.

Spreingingin hendi nærhendis einari undirgrundarstøð – við Elephant & Castle-støðina.

Nógvir sløkkiliðsbilar eru á staðnum, har undirgrundarstøðin er, ið liggur í landsynnings-London. Løgreglan biður fólk um at halda seg burtur frá økinum.

Her eitt Twitter-videobrot frá økinum, har undirgrundarstøðin er.

Bretskir miðlar skriva, at enn vita tey ikki, um nakar hevur ligið eftir á, men seinastu boðini frá løgregluni er, at eingin er deyður. Løgreglan sigur tó, at talan ikki eru um yvirgang.

The Guardian skrivar, at eldurin kyknaði í einum bilhúsi ella parkeringshúsi nærhendis støðina.

Enn vita tey ikki, hvør orsøkin til spreingingina er.