Stór spreinging á eysturrískari gassverksmiðju
Ein er deyður og umleið 17 fólk eru særd í einari ógvusligari spreinging á gassverksmiðju í Baumgarten í Eysturríki
Guðrun í Jákupsstovu
12. desember 2017 kl. 15:00
Ein tekniskur feilur á einari stórar gassverksmiðju í Baumgarten, Eysturríki, hevur skapt stóran skaða. Higartil vita miðlar at siga, at umleið 17 fólk eru særd í spreingingini og í øllum førum ein persónur er deyður. Talið av særdum er tó ikki heilt eftirfarandi enn.
Spreingingin hendi orsakað av einum gassleidningi, ið rennir í jørðini. Spreingingin var lítil at byrja við, men nógvur vindur gjørdi, at tað skjótt broyttist til ein stóran eld.
Gassverksmiðjan liggur tætt við markið til Slovakia, og er ein pumpistøð fyri náttúrugass frá Russlandi. Umleið 50 fólk starvast á verksmiðjuni.