Dollarin er seinastu vikurnar minkaður í virði, og partabrøvini eru vaksin í virði.
Í kvøld hevur amerikanski tjóðbankin boðað frá, at rentan verður lækkað til 5,0 prosent. Tað er meiri, enn tað frammanundan varð roknað við. Undan fundinum í Federal Reserve varð roknað við rentulækking upp á 0,25 prosent.
Tað verður roknað fyri vist, at prísvøksturin er á veg ímóti tveimum prosentum, og at talan næstu árini framvegis verður um hampuliga stóran búskaparligan vøkstur.
Hóast talan í kvøld var um stóra rentulækking, so verður tað roknað við fleiri rentulækkingum næstu mánaðirnar.
At rentan í USA, sum er heimsins størsti búskapur, lækkar plagar at hava við sær, at rentan í Europa eisini fer at lækka. Í fyrstu atløgu er tað europeiski tjóðbankin, sum tekur støðu til tann spurningin, og tá ið hann hevur lækkað rentuna, fer danski tjóðbankin at lækka donsku rentuna, og tað ber aftur við sær, at bankarnir í Danmark og eisini í Føroyum fara at lækka rentuna.
At rentan lækkar eru góð tíðindini fyri vinnulívið og ikki minst fyri tey, sum hava bústaðarlán.