Stór ráðstevna um Føroyskt sum annaðmál

Á ráðstevnuni verða fyrilestrar, styttri framløgur, uppsløg og samrøður, sum bæði snúgva seg um politikk og praksis á økinum

Tíðindaskriv - Setrið, Føroyamálsdeildin
21. mars 2024 kl. 14:00

Ráðstevnan í Kongshøll á Fróðskaparsetrinum um Føroyskt sum annaðmál verður fríggjadagin 22. mars - sí skránna her.

Mentanarliga og málsliga eru Føroyar fjølbroyttar, og tað setir krøv til okkara skúlaverk og myndugleikar at fylgja við. Tí verður skipað fyri ráðstevnu um tað lutfalsliga nýggja fakøkið í Føroyum, sum eitur Føroyskt sum annaðmál.

Hetta er eitt fak, sum er neyðugt fyri at geva fólki í Føroyum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, nøktandi undirvísing og harvið amboð til at fóta sær væl í okkara samfelag til gagns fyri øll. 

Fyriskiparar eru umboð fyri Fróðskaparsetur Føroya og lærarar, sum nýliga - og sum teir fyrstu - hava staðið Diplomútbúgving í føroyskum sum annaðmál á Føroyamálsdeildini á Setrinum. 

Á ráðstevnuni verða fyrilestrar, styttri framløgur, uppsløg og samrøður, sum bæði snúgva seg um politikk og praksis á økinum.

Málbólkurin fyri hesa ráðstevnu eru skúlafólk og lesandi á øllum stigum, eisini leiðslustigi, umframt politikarar, sum skulu seta karmarnar fyri skúlaverkið nú og í framtíðini.

Tey, sum luttaka, fáa innlit í:

•    hvat føroyskt sum eitt annaðmál er
•    altjóða og føroyska gransking 
•    karmar og fyriskipan av økinum
•    fleirmælisdidaktikk og fleirmælta málmenning
•    serligar avbjóðingar og serføroysk viðurskifti, ið eru heft at tí at læra føroyskt í einum fleirmæltum veruleika

Latið er nú aftur fyri tilmeldingum.

Sí skránna her.