Nú skal Løgtingið taka støðu til um Rúsan skal minka einkarrættin at seljga rúsdrekka.
Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni K. Petersen, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um lata bryggjaríini sleppa at selja sterkt øl og rúsdrekka.
Sum er, kunnu bryggjaríini selja øl, sum í mesta lagi er 5,8 prosent, men nú er ætlanin at strika hetta markið. Tó kann tað, sum er sterkari enn 5,8 prosent, bara seljast á sjálvum bryggjarínum, og ikki í sølubúðunum kring landið.
Men nú Vinnunevndini hjá Løgtinginum hevur viðgjørt málið, er tað greitt, at hetta er ein spurningur, stór ósemja er um.
Ein minniluti í nevndini, teir báðir fólkafloksmenninir, Árni Skaale og Jørgen Niclasen, taka ikki undir við ætlanini.
Teir halda, at hetta stríðir ímóti endamálinum við rúsdrekkalógini, sum er at avmarka nýtsluna. Í hesum sambandi sipa teir til, at lættari rúsdrekka er at fáa fatur á, meiri verður drukkið.
Tí taka teir ikki undir við, at prinsippið um, at vit skulu hva eina einkarsølu, verður brotið.
Verður hetta samtykt, er tað trúligt at bryggjarríini fara at leggja størri dent á at bryggja fleiri sløg av sterkum øli og rúsdrekka, heldur enn fleiri sløg av veikum, sum gongdin hevur verið higartil, siga teir.
Hinvegin taka tey bæði, Annika Olsen úr Tjóðveldi, Karlot Hergeirsson úr Framsókn og Uni Holm Johannesen úr Javnaðarflokkinum, undir við uppskotinum.
Tey eru sannførd um, at hetta fer ikki at økja um nýtsluna, tí tey, sum vilja hava sterkt øl og rúsdrekka, fáa tað í Rúsunum kring landið.
Tað vil siga, at eingin fer at vitja brennaríini og bryggjaríini við tí einfalda endamáli at keypa vørurnar. Hinvegin eru bryggjaríini væl umtókt ferðamál og tað eigur at ber til hjá teimum at selja tað, tey sjálvi bryggja.
Tey bæði sambandsfólkini í Vinnunevndini, Erhard Joensen og Eyðdis Hartmann Niclasen, hava ikki tikið støðu til málið enn.