Seinnapartin í dag, fríggjadagin, verður stór kravgonga í Havn til frama fyri fríari fosturtøku.
Tað eru nakrir einstaklingar, umframt fleiri feløg og felagsskapir, sum skipa fyri kravgonguni. Feløgini og felagsskapirnir, sum skipa fyri, eru Sosialistisk Ung, Unga Tjoðveldi, Framsøkin Ung, Frítt Val, Kvinnufelagið í Havn, Amnesty UNG og Amnesty International Føroyar.
Sjálv siga tey, at endamálið við kravgonguni er, at krevja, at »kropsligi sjálvsavgerðarrætturin hjá kvinnum í Føroyum verður virdur!«
Og tey siga eisini, at endamálið er at stríðast »fyri rættinum hjá kvinnum at avgera um egið lív, kropp og nøring«.
Kravgongan byrjar í Gundadali klokkan 17 í dag og farið verður oman á Vaglið, har tónleikur og røður verða at hoyra.
Tey, sum fara at halda røðu, eru Marianna Nagata, Diana Reynstind og Hallbera West. Harumframt fer Svanna Jákupsdóttir at lesa yrkingar og Jazzygold fer at spæla.
Tey vísa á, at fyri góðum tveimum mánaðum síðani feldi Løgtingið uppskotið um fría fosturtøku og fyri mong var hetta eitt stórt vónbrot.
Tískil er støðan óbroytt, og hon er, at kropsliga sjálvræðið hjá kvinnum verður ikki virt, siga tey. Tey vísa á, at avleiðingin er, at kvinnur verða noyddar av landinum, og tær mugu finna ymsar umvegir í heilsuverkinum fyri at fáa fosturtøku.
– Hetta er ein vanvirðilig støða, ið vit ikki góðtaka, siga tey, og tí vilja tey vísa á, at stríðið ikki er av, fyrr enn fosturtøkulóggávan er broytt.
Tey vilja eisini hava, at fólk, sum eru við í kravgonguni, hava skelti, ella annað við, ella at fara í okurt grønt flagg.