Korona er vandaleyst fyri fostur - og tað er er eisini vandaleyst hjá mammuni at lata seg koppseta.
Tað er úrslitið av eini stórari kanning, sigur universitetið í Keypmannahavn.
Tá ið korona gekk upp á tað ringasta, var nógv kjak um tað mundi vera vandamikið fyri mammu og barn, at mamman læt seg koppseta fyri koronu, ella at mamman fekk koronu.
Tað hava granskarar á universitetinum í Keypmannahavn nú kannað, saman við starvsfeløgum í Noregi og Svørvíki, sigur Ritzau.
Í hesum sambandi hava tey kannað viðurskiftini hjá 343.066 nýføðingum og tað ger hetta til tað mest umfatandi kanningina av hesum slagi.
Og úrslitið er, at tað er ikki heilsuskaðiligt fyri børnuni, at mamman hevur havt korona, ella at hon er koppsett fyri koronu ímeðan hon gekk við barninum.
Granskingin vísti, at 4,8 prosent av børnunum, har mamman var koppsett, høvdu brek av onkrum slagi, men tað høvdu eisini 5,1 prosent av børnunum hjá mammum, sum ikki vóru koppsettar.
Sama støðan var hjá mammum, sum høvdu havt koronu. Hjá mammum, sum høvdu havt koronu, høvdu 4,8 prosent av børnunum okkurt slag av breki, men tað høvdu 5,2 prosent av børnunum hjá mammum, sum ikki vóru koppsettar.
Í hesum sambandi var heldur eingin munur á, hvønn variant av koronu, mamman hevði havt. Tey børn, sum vórðu kannað høvdu mammu, sum var koppsett við antin Pfizer, sum vit eisini brúka í Føroyum, ella Moderna.