Stór grind lagt beinini í Hvannasundi

Grindin verður mett at vera 230 hval

Mynd: In.fo
Ragnar Sjúrðarson
28. juni 2024 kl. 15:20

Ein stór grind legði beinini í Hvannasundi í dag. 

Tað skrivar Norðlýsið.

Jens Jensen, sýslumaður, sigur við Norðlýsið, at grindin verður skift í dráps- og landpartar.

Ætlanin er, at fáa koyrt grindina til grannakommunurnar, Klaksvík og eisni í Eysturoynni. Hetta verður skipað við lastbilum, so ikki er neyðugt hjá øllum at møta upp í Hvannasundi við spann, baljum og íløtum.

Hvalir verða koyrdir til Klaksvíkar og eisni til kommunur í Eysturoynni, har tað verða lagdir á ávís støð, sum kommunurnar skipa fyri, har tað síðani verður skorið upp.