Mentanaretablissimentið í svenska høvuðsstaðnum, Stockholm, er skakað. Vandi er fyri, at tað ikki fer at eydnast at lata størstu mentanarheiðurslønina yvirhøvur, Heiðursløn Nobel’s í bókmentum, í ár.
Tað er ein tignarligur gamal mentanarstovnur, Svenska Amademiið, ið útnevnir móttakararan av bókmentaheiðursløn Nobel’s. Men akademiið er so skakað av eini gølu, sum snýr seg bæði um svik og kynsligan ágang, at akademiið í løtuni ikki er viðtøkuført, tí fleiri av teimum 18 føstu limunum hava trekt seg, og fyri at akademiið skal kunna taka avgerðir, skulu minst 12 limir vera til staðar.
232 ára gamal stovnur
Tað var svenski Gustav III kongur, sum stovnaði Svenska Akademiið í 1786 eftir franskari fyrimynd. Uppgávan hjá akademinum er at verja svenska málið og svenskar bókmentir. Akademiið hevur til uppgávu at útnevna ein hóp av littererum heiðurslønum, og tey deila eisini út pengar til mentanarlig endamál.
Núverandi kreppan byrjaði í heyst, tá blaðið Dagens Nyheter skrivaði eina avdúkandi grein um ein mentanarpersón í Stockholm, sum av órøttum hevur fingið tillutað stuðul frá akademinum.
Men tað var ikki tað ringasta. Hesin persónurin – ’Kulturprofilen’, sum tey kallaðu hann – skuldi sambært Dagens Nyheter eisini hava gjørt seg kynsliga inn á kvinnuligar limir í akademinum og kvinnur við tilknýti til akademiið – 18 kvinnur tilsamans.
Talan er um franskfødda fotografin og leikstjóran, Jean-Claude Arnault, sum er giftur við einum av føstu limunum í akademinum, Katarina Frostensson.
Løgreglan kannar
Arnault varð í blaðnum ikki einans skuldsettur fyri at hava nálgast og kráma uppi á kvinnunum kring akademiið í 20 ár. Hann varð eisini skuldsettur fyri at hava likið loyniligar upplýsingar út til almenningin
Svenska løgreglan tekur sær nú av hesum málinum. Arnault sjálvur hevur víst øllum skuldsetingum aftur.
Eftir skuldsetingarnar í Dagens Nyheter boðaði akademiið frá í einum tíðindaskrivi, at tað nú hevur støðgað øllum veitingum og alt virksemið við henda sonevnda ’kulturprofilin’. Talan hevur verið um, at eitt felag hjá Arnault síðan 2010 hevur fingið játtaðar 126.000 krónur árliga.
Ikki viðtøkuført
Í hesum mánaðinum kyknaði so ósemjan í akademinum uppaftur, tá tríggir av limunum boðaðu frá, at tey tóku seg aftur. Hetta orsaka av tí kanningararbeiðinum, sum nú er sett í verk.
5. apríl var atkvøðugreiðsla í akademinum um at sýta Katarinu Frostensson, konu umrødda kulturprofilin, frá, men hetta uppskot vann ikki meiriluta. 12. apríl boðaði so ein annar limur frá, at hon gavst.
Talan var um Sara Danius, ið situr sum skrivari fyri akademiið, og sostatt er hægsti leiðarin fyri stovnin. Sara Danius er tann fyrsta kvinnan, ið nakrantíð er vald til hetta tignarliga embætið.
Men hon er nú farin frá, og eftir tað boðaði Frostensson so eisini frá, at hon ikki longur fer at røkja sítt pláss í akademinum.
Áðrenn henda kreppan íkom vóru tveir sessir í akademinum óvirknir. Nú fimm limir hava lagt starvið frá sær, er limatalið komið niður á 11 virknar limir, og harvið er akademiið ikki viðtøkuført, tí kravi er 12.
Kongur má uppí
Karl XVI Gustav kongur segði í farnu viku, at hann fer at brúka sítt vald fyri at gera sítt til at fáa akademiið virkið aftur. Hann hevur fyrr boðað frá, at ætlanin er at broyta viðtøkurnar, so at limir ikki sita alt lívið um neyðugt, men at limir kunnu skiftast út.
Eygleiðarar í svenska høvuðsstaðnu øtast yvir tað, su er hent seinastu tíðina. Talan er um ein stovn – eina institutión – ið stór virðing hevur verið rundanum, og vanliga hevur spurnartekn ikki verið sett við tær avgerðir, sum eru tiknar í hesum tignarliga ráði.
Hetta er ikki fyrsta ferðin, at kreppa er í Svenska akademinum. Ein av teimum óvirknu sessunum eigur rithøvundurin, Kerstin Ekman, sum í 1989 segði seg úr akademinum, sum mótmæli móti at akademiið ikki vildi koma við einum mótmæli móti deyðarevsingini, sum Iran tá hevði kunngjørt móti rithøvundanum Salman Rushdie.
Ein av týdningarmestu spurningunum at loysa í løtuni er, hvat gerast skal viðvíkjandi Nobel-heiðurslønini í bókmentum í ár. Tað hevur verið upp á tal at útseta útnevningina í ár, fyri í staðin at lata tvær virðislønir í 2019.