Klaksvíkar kommuna skrivar soleiðis nú seinnapartin á heimasíðu síni:
Grabbin settur í hornaskýlið
Seinnapartin í dag varð grabbin settur í arbeiðið at víðka stadionøkið á Djúpumýru. Arbeiðið, sum nú fer ígongd, fevnir m.a. um at útbyggja sitiplássini við 180 plássum og fleiri wc, umframt fleiri goymslurúm eisini fáast í niðaru hæddini.
Loyvið, at nýta Djúpimýru til altjóða dystir, er eisini treytað av, at verkætlanin við hornaskýlinum verður framd.
Arbeiðið merkir, at ferðslan eftir J. Waagsteinsgøtu til Svimjihøllina verður tarnað nakað. Heitt verður á bilførarar og fólk til gongu at vísa varsemi.
Tað er eisini júst í dag, at Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur 119 ára stovningardag, og í kvøld hevur KÍ ein týðandi dyst ímóti FC Sherrif úr Moldova.
Klaksvíkar kommuna ynskir KÍ - Klaksvíkar Ítróttarfelag tillukku við degnum og góða eydnu í kvøld, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu síni.