Stoltenberg tekur eitt ár afturat sum Nato-aðalskrivari

Fyrrverandi norski forsætisráðharrin og núverandi Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, skuldi eftir ætlan gerast nýggjur sentralbankastjóri í Norra, men nú er greitt, at hann heldur fram sum Nato-aðalskrivari í eitt ár afturat

Sigurjón Einarsson
24. mars 2022 kl. 14:11

Jens Stoltenberg, núverandi Nato-aðalskrivari, hevur takkað nei til starvið sum nýggjur stjóri í norska sentralbankanum.

Tað váttar hann fyri norska Dagblaðnum.

– Eg havi upplýst Fíggjarmálaráðnum (norska, red.), at eg sigi starvið sum sentralbankastjóri frá mær, sigur hann við Dagbladet.

Avgerðin kemur í kjalarvørrinum av, at Stoltenberg hevur játtað seg til at taka eitt ár afturat sum Nato-aðalskrivari.

– Nato hevur brúk fyri einum aðalskrivara, ið ikki er á veg í annað starv, serliga ikki nú, sigur Stoltenberg, sum sipar til russisku innrásina í Ukraina.

Hann leggur samstundis upp til, at hann verður sitandi sum aðalskrivari í Nato í meira enn eitt ár afturat.

– Hetta er ein lagnustund fyri trygdina í Evropa. Eg eri takksamur fyri álitið, ið stjórnar- og statsleiðarar hava víst mær sum Nato-aðalskrivari, og eg ynski at halga meg fult og fast til at leiða verjusamgonguna gjøgnum hesa krevjandi tíðina, leggur Jens Stoltenberg afturat.