Í dag verður Finnland limað inn í verjusamgonguna Nato.
Tað sigur Jens Stoltenberg, sum er Nato aðalskrivari áðrenn ein fund við uttanríkismálaráðharrunum í Nato londunum.
Tað skrivar Ritzau.
- Í dag er ein søguligur dagur, tí um fáar tímar fara vit at bjóða Finnlandi vælkomnum í Nato. Tað fer at gera Finnland og Nato tryggari, sigur Jens Stoltenberg.
Stutt eftir russisku inrásini í Ukraina søktu bæði Finnland og Svøríki um Nato limaskap, og við tí fær Vladimir Putin tað, ið hann minst ynskti sær, sigur Stoltenberg.
- Hann ynskti minni Nato. Hann ynskti at hurðin skuldi steingjast fyri nýggjum londum til Nato. Nú fær hann eina víðkan av Nato. Og Nato nærri Russlandi.