Støjberg koyrd úr Fólkatinginum

Tað var eingin ivi, tá Fólkatingið í dag atkvøddi um valbæri hjá Inger Støjberg, fyrrverandi ráðfrúu, eftir at Ríkisrætturin dømdi hana 60 daga fongsulsrevsing

Sveinur Tróndarson
21. desember 2021 kl. 18:03

Inger Støjberg er í dag atkvødd úr Fólkatinginum.

Tað hendi, tá 116 fólkatingslimir atkvøddu um hon kann sita í danska parlamentinum eftir at hon fyri kortum var dømd 60 daga fongsulsrevsing í Ríkisrættinum.

Og tá atkvøðugreiðslan var liðug var eingin ivi yvirhøvur, tí 98 atkvøður vóru fyri og 18 ímóti. Tað vil siga, at 84,5 prosent av teimum, sum greiddu atkvøðu, søgdu, at hon ikki longur kann vera partur av donsku lóggevandi samlingini og 15,5 prosent halda at hon kann.

Tað var fyrr í ár, at Fólkatingið gjørdi av, at Inger Støjberg, sum hevur verið tinglimur fyri Vinstra-flokkin og partur av stjórnini hjá Lars Løkke Rasmussen, skuldi stevnast fyri Ríkisrættin.

Upprunin til málið er eitt tíðindaskriv, sum kom frá útlendinga- og integratiónsmálaráðnum, sum í einari nýggjari reglugerð stakk út í kortið, at øll pør, ið søktu um friðskjól, har annar var yngri enn 18, uttan serstaka viðgerð skuldu skiljast sundur.

Trupulleikin við hesari mannagongdini var bara, at hon ikki er í tráð við lógina, og tað staðfesti umboðsmaðurin hjá Fólkatinginum í 2017. Avleiðingin av hesi niðurstøðu var, at fólkatingið í januar í fjør gjørdi av at seta ein kommisjón, sum skuldi kanna hesa reglugerðina, og í desember í fjør kom ein fyribilsfrágreiðing, sum sló fast, at reglugerðin var eitt greitt brot á lógina. Eisini stóð at lesa, at Inger Støjberg var ávarað um tað frammanundan og at hon hevði givið fólkatinginum villleiðandi upplýsingar.

Í februar í ár samtykti Fólkatingið at senda hana í Ríkisrættin og tað rættarmálið endaði í heyst við einum treytaleysum fongsulsdómi uppá 60 dagar.

Líka síðan málið byrjaði, hevur Inger Støjberg roynt at venda málinum, so tað skal snúgva seg um at hon hevur vart barnabrúðrar, og í samskifti sínum hevur hon kallað tað, sum á donskum eitur “Instrukskommisionen” fyri “Barnebrudskommisionen”.

Hetta er tó beinleiðis skeivt, tí kanningin snúði seg bara um Inger Støjberg hevði brotið danska lóg við at krevja automatiska sundurskiljing av pørum, har annar – ella bæði – vóru undir 18 ár. Og tað var eisini niðurstøðan hjá rættinum. Talan var um lógarbrot, og tí fekk hon ein fongsulsdóm.

Í dag hevur Fólkatingið so samtykt, at hon ikki sleppur at sita í Fólkatinginum tað sum er eftir av hesum valskeiðnum, og tað merkir í stuttum, at hon er uppsøgd uppá grátt pappír. Hon fær onga løn og ongar bíðipengar við sær heldur. Og harafturat má hon eisini lata innaftur kommandørkrossin, sum hon fekk frá drotningini í 2011, tí hon hevur við ríkisrættardóminum hevur mist sína tign.