Ein neyv Bygda- og býarskipan er avgerandi fyri burðardyggar býir, har menniskju, vinna og náttúra trívast lið um lið.
Ein góð og neyv planlegging tryggjar, at tilfeingi sum lendi, almannatænastur, samferðsla og orka verða brúkt á skilagóðan hátt. Hetta minkar um spill og stuðlar burðardyggari menning, har náttúran verður vird, og dálking og CO2-útlát verða avmarkað. Eisini er tað alneyðugt at tryggja, at allir borgarar í kommununi, hava javnbjóðis atgongd til týðandi tænastur, so sum heilsutænastur, útbúgving, bústaðir og samferðslu. Hetta styrkir felagsskapin og fremur javnrættindi fyri øll. Tildømis:
Allir bygningar skulu vera brek-vinaligir
Borgarin skal hoyrast í nógv størri mun, tá byggisamtyktir verða broyttar
Við vælskipaðari planlegging kann kommunan fyrireika seg til framtíðar avbjóðingar eitt nú fólkavøkstur og broytingar í veðurlagnum. Ein slík planlegging ger kommununa betur føra fyri at laga seg til nýggjar umstøður, samstundis sum hon kann betra um vinnulívsgrundarlagið og skapa nýggj arbeiðspláss. Hetta kann draga fleiri íløgur til kommununa, sum fíggjarliga menna lokalsamfelagið. Tildømis:
Burðardygg fiskivinna skal hava nógv betri umstøður a kaiini (hetta er útróður og lína)
Ein týðandi partur av planleggingini er eisini at betra lívsgóðskuna hjá borgarum. Við at menna góðar bústaðir, skapa grøn øki og frítíðarmøguleikar, og við at tryggja ferðslutrygd, kann trivnaðurin í kommununi betrast munandi. Tildømis:
Tórshavnar kommuna skal vetrarfriðast. Eitt nú hevur tilgongdin í Kaldbak verið alt ov drúgv – nú má handlast.
Umhvørvispláss í nærumhvørvinum, til burturkastskiljing
Planlegging hevur eisini tað endamálið at fyribyrgja stríð millum ymisk áhugamál, so sum landbúnað, bústaðarmarknað og náttúruvernd, við at finna eina javnvág, sum gagnar øllum pørtum.
Samanumtikið er kommunal bygda- og býarskipan í Føroyum ein lykil til burðardygga menning, har samfelagið støðugt mennist á ein hátt, sum nøktar tørvirnar hjá fólkinum og vinnuni, samstundis sum tilfeingið verður vart til komandi ættarlið.
Vel náttúruna, vel javnrættindi, vel eina sterka kvinnu í Tórshavnar býráð.
X við Biritu Fritleifsdóttir Kjærbæk,
valevni fyri Javnaðarflokkin til Tórshavnar býráð.