Støðan í Ukraina fær avleiðingar fyri samstarvið í Arktiska Ráðnum

Alt fundarvirksemi í Arktiska Ráðnum steðgar nú fyribils, eftir at Russland hevur gjørt innrás í Ukraina. - Tíðin er búgvin til eitt Arktiskt Ráð uttan Russland, heldur eigari av miðlinum, Arctic Circle

Arktiska Ráðið í Iqaluit í Kanada. (Mynd: Wikipedia Commons)
Sigurjón Einarsson
8. mars 2022 kl. 12:50

Í felags tíðindskrivi fordøma limalondini í Arktiska Ráðnum russisku innrásina í Ukraina, og boða harumframt frá, at alt millumtjóða fundarvirksemi steðgar fyribils, meðan ein loysn verður fyrireikað, hvussu Arktiska Ráðið kann halda fram at virka.

Russland hevur annars formansskapin í Arktiska Ráðnum fram til 2023.

Uttanríkismálaráðið skrivar á heimasíðu sínari, at føroyska støðan er at standa saman við samstarvsfeløgum um tey átøk, sum semja er um at seta í verk móti Russland, men eisini at virka fyri at Arktiska Ráðið aftur verður virkisført skjótast gjørligt.

Tíðin er búgvin til Arktiska Ráðið 2.0
– Hóttanum móti Finnlandi og Svøríki úr Russlandi setur meinbogar í vegin fyri arktiska samstarvið, sum snøgt sagt ikki ber til, nú Russland hevur gjørt innrás í Ukraina, skrivar eigarin av miðlinum, Arctic Circle, Alice Rogoff, í einum leiðara.

Hon heldur, at Arktiska Ráðið er við at detta sundur. 25 ár við torførum og hørðum arbeiði at byggja upp eitt grundleggjandi samstarv við Russland í Arktis er skolað í havið vegna kríggið hjá Putin í Ukraina.

Alice Rogoff skrivar í leiðaranum, at hon ivast um Arktiska Ráðið nakrantíð fer at virka á sama hátt sum nú, og tí rør hon uppundir, at tíðin er búgvin til eitt nýtt Arktsiskt Ráð, sum skal vera uttan Russland.