Síðan tann 1. oktober í ár hevur støðan verið spent og ógreið um alt Spania.
Tann dagin var tað nemliga blivið gjørt av at halda fólkaatkvøðu í landspartinum, Katalonia, at atkvøða um loysing frá Spania.
Katalonia er ein sjálvstýrandi landslutur í Spania, við egnum máli og egnari mentan. Landsparturin hevur eina langa søgu av innanhýsis ósemju um spurningin um loysing, og eru katalanar sera ósamdir um hvørt Katalonia eigur at vera sjálvstøðugt land ella ikki.
Við ársbyrjan í ár bleiv tann loysingarsinnaði, Carles Puigdemont, forseti í landslutinum Katalonia. Tað var tískil ein loysingarsinnað stjórn, við Puidgemont á odda, ið valdu at halda eina fólkaatkvøðu um loysing frá Spania tann 1. oktober í ár.
Hetta fekk øsing í stjórnina í Spania, við forsætisráðharranum, Mariano Rajoy, á odda. Bæði stjórnin og spanski hægstirætturin kunngjørdu at fólkaaktvøðan var ólóglig og gekk ímóti sponsku grundlógini.
Á degnum tá fólkaatkvøðan var hildin blivu valstøðini í Katalonia ógvusliga órógvaði av herklæddari spanskari løgreglu, ið við makt skumpaðu og hálaðu fólk til síðis og út av valstøðum, og løgdu hald á valseðlar.
Hóast stóra ruðuleikan á valdegnum, kom eitt úrslit ígjøgnum og úrslitið var at umleið 90% høvdu atkvøtt fyri loysing. Tað var tó ein sera lág valluttøka, og nógv hava víst á, at tey ið ikki vóru fyri loysing frá Spania, vóru tey ið ikki høvdu greitt atkvøðu.
Góðar tríggjar vikur eru farnar síðan umdeilda fólkaatkvøðan fór fram og hevur støðan í landinum verið ógvuliga ógreið. Túsundtals fólk eru farin út á gøturnar at mótmæla - bæði fyri ella ímóti loysing frá Spania. Harafturat hava teir báðir stjórnarleiðararnir, Carles Puigdemont og Mariano Rajoy, sett hart ímóti hørðum. Puigdemont lýsti Katalonia sjálvstøðugt eftir fólkaatkvøðuna, men himpraði við at seta hana í gildi, tí fyrst vildi hann samráðast við sponsku stjórnina. Rajoy vildi á hinari síðuni als ikki samráðast og hótti Puigdemont við, at um hann ikki tók eina greiða støðu skjótt, so fór hann at gera sær dælt av grein 155 í sponsku grundlógini, ið gevur sponsku stjórnini heimild til at ógilda sjálvstýri í Katalonia. Hesum hóttanum gjørdi Rajoy álvara av leygardagin. Tað var fyrstu ferð nakrantíð at hendan greinin var tikin í nýtslu.
Katalanska stjórnin og forsetin bleiv koyrd frá og fyribils skulu spanskir ráðharrar í Madrid standa fyri umsitingini av landslutinum Katalonia, og annars skal nýval skrivast út í Katalonia at haldast um eitt hálvt ár.
Tað er tískil ein ógreið støða Spania og landsluturin Katalonia eru í, og nógv eru í villareiði. Hvussu kundi hetta fara so vítt og hvør eigur skyldina?
Sambært einari greining frá amerikanska miðlinum, New York Times, er tað skeivt at bert geva Puigdemont og katalansku sjálvstýrisrørsluni skyldina fyri hvussu støðan sær út nú. Spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, hevur gjørt nógv mistøk í sínari handfaring av støðuni, og mist nógvar gyltar møguleikar fyri semjusøkjandi samskifti. Her verður serliga sipað til, at spurningurin um loysing er so tvíbýttur í Katalonia, at Rajoy hevði væl kunnað nýtt møguleikan, at tosa við teir meira moderatu veljararnar og sum heild roynt at lagt seg eftir at funnið grásonur í hesum stríðnum, ið, sambært New York Times, bert hevur verið eitt ultimatum fyri og annað eftir.
Eftir at grein 155 var sett í gildi, er ilt at síggja hvussu støðan man fara at síggja út. Stórt ónøgdsemi er um nýtsluna av grein 155 og tað kann provokera mótstøðu frá íbúgvum. Sambært New York Times hevur Puigdemont ein síðsta møguleika, og tað er at onkursvegna koma áðrenn Rajoy, og útskriva val skjótast gjørligt. Puidgemont hevur tó hótt Rajoy aftur við, at hann ístaðin fer at fáa katalanska tingið at atkvøða um loysing frá Spania.
Men stríðið hevur nógva ferð og tá er ilt at siga um nøkur skilagóð loysn verður funnin.