Støðan er hættislig hjá áskoðara

Undir dystinum millum Ongland og Kroatia datt ein áskoðari nakrar metrar niður frá ovaru hæddini á áskoðaraplássinum. Støðan er hættislig hjá viðhaldsmanninum

Sigurjón Einarsson
14. juni 2021 kl. 07:43

Undir fyrsta dystinum hjá Onglandi og Kroatia í hesum EM-endaspælinum hendi ein vanlukka. Ein áskoðari varð koyrdur til sjúkrahúsið, eftir hann datt niður av ovaru hæddini á áskoðaraplássinum.

Støðan er hættislig hjá viðhaldsmanninum. Tað upplýsir ein talskvinna fyri Wembley leikvøllin, sambært Sky Sports.

– Vit kunnu vátta tað, at ein áskoðari datt niður av áskoðaraplássinum stutt eftir, at dysturin varð bríkslaður í gongd, sigur talskvinnan.

– Áskoðarin fekk fyrstuhjálp á staðnum og bleiv koyrdur á sjúkrahús, men støðan er enn hættislig, sigur talskvinnan.

Tað eru enn fáir upplýsingar um hendingina, og hvussu óhappið hendi.

Talskvinnan upplýsir, at tey arbeiða enn tætt saman við evropeisku fótbóltssamgonguna(Uefa), fyri at finna útav hvat hendi.

Tað vóru umleið 18.500 áskoðarar til dystin, ið Ongland vann 1-0, eftir at Raheem Sterling skoraði einasta málið í dystinum.

EM-endaspælið hevur fingið eina heldur keðiliga byrjan, eftir at Christian Eriksen fyrst fekk hjartasteðg leygardagin í dysti móti Kroatia og nú hendan vanlukkan á Wembley í gjár.

/ritzau/