Stjørnuspælari hjá Newcastle er dømdur fyri at koyra fullur
Dómur er í dag fallin í málinun
Ragnar Sjúrðarson
26. januar 2023 kl. 16:05
12. januar varð brasilianski Joelinton handtikin í Newcastle fyri at koyra fullur í sínum Mercedes.
Nú er dómur feldur í málinum, og Joelinton fær eina bót á 31.085 pund. Eisini fær hann frátikið rættin, at koyra bil komandi 12 mánaðarnir.
Afturat dóminum í rættinum í dag er tað væntandi, at Newcastle fer at handa Joelinton eina bót, skrivar Daily Mirror.
Hetta er fjórða kappingarárið hjá Joelinton í Newcastle, sum hann skifti til frá týska felagnum Hoffenheim fyri 40 milliónir pund, sum tá var dýrasta keypi hjá Newcastle í søgu felagsins.