Stjórnirnar í rikisfelagsskapinum hittast í morgin

Løgmaður sigur, at nú hevur tað størri týdning enn nakrantíð, at allir partar í ríkinum hittast

Áki Bertholdsen
9. januar 2025 kl. 08:57

Í dag fara løgmaður og landsstýrisfólk til Danmarkar at hitta umboð fyri grønlendska landsstýrið og donsku stjórnina.

Við í ferðini eru Aksel V. Johannesen, løgmaður, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Ørindini eru at fara á fyrireikandi ríkisfund við stjórnina í Danmark, og landsstýrið í Grønlandi. Tann fundurin verður í morgin og aftan á verður eisini fundur í samstarvsráðnum.

Hetta er aðru ferð at skipa verður fyri fyrireikandi ríkisfundi og fundi í samstarvsráðnum í januar mánaði. Fyrstu ferð var í fjør.

Tann 1. januar yvirtóku Føroyar formansskapin í samstarvsráðnum, og vanligi ríkisfundurin, og fundurin í samstarvsráðnum, verða tí í Føroyum í juni.

Løgmaður sigur, at sum støðan er blivin, hevur tað ongantíð størri týdning enn nú, at partarnir í ríkinum hittast.

– Tíverri gerst støðan í heiminum alsamt meiri spent og óviss. Tað er kríggj í Ukraina og Miðeystri, og stórveldini vísa ein øktan áhuga fyri Arktis og norðurleiðum, staðfestir hann.

– Tí hevur tað størri týdning enn nakrantíð áður, at Føroyar, Danmark og Grønland hittast regluliga á ráðharrastigi og umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna, og hvussu hetta ávirkar samstarvið millum londini

Á ríkisfundinum hittast løgmaður, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede.

Á fundinum fara tey trý at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og at kunna um búskaparligu og politisku gongdina í londunum.

Síðani verður fundur í samstarvsráðnum, har føroysku umboðini eru við, saman við donskum og grønlendskum ráðharrum. Á fundinum skulu londini umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna.

Tey, sum eru við á fundinum í samstarvsráðnum, eru:

Fyri Føroyar

Aksel V. Johannesen, løgmaður

Sirið Stenberg, varaløgkvinna og landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum

 Fyri Danmark

Mette Frederiksen, forsætisráðharri

Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri

Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri

Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri

 Fyri Grønland

Múte B. Egede, landsstýrisformaður

Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkis- og sjálvstýrismálum

Naaja H. Nathanielsen, landsstýriskvinna í  vinnu-, ráðevnis-, lógar- og javnstøðumálum

Erik Jensen, landsstýrismaður í fíggjarmálum