Stjórnin í Kanada ætlar at seta nýggju lóggávu í verk, ið skal banna keyp og sølu av hondvápnum í øllum landinum. Hesum boðaði kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, frá í gjár.
- Út yvir at brúka skotvápn til ítrótt og veiðu, so er tað ongin orsøk til, at nakar í Kanada hevur brúk fyri vápnum í teirra gerandisdegi, segði Justin Trudeau í gjár.
Fráboðanin, um nýggja lógaruppskotið í Kanada, kemur í kjalarvørrinum av eini ógvusligari hending, ið fór fram í grannalandinum, USA, tá ein ungur maður skeyt og drap 19 børn og tveir lærarar á einum skúla í Uvalde í statinum Texas.
- Tann dagin, tá henda lóggávan kemur í gildi, fer tað ikki longur at vera møguligt at keypa, selja, býta ella innflyta hondvápn í Kanada, segði Trudeau á tíðindafundinum í gjár.
Trudeau hevur lýst lógaruppskotið, sum at frysta ognarrættin av vápnum inni. Verður uppskotið samtykt, verður frystingini av ognarrættinum av vápnum væntandi sett í gildi í heyst.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Kanada ger nýggja vápnalóg. Í 2020 varð nýggj lóg set í gildi, sum gjørdi tað ólógligt at selja og brúka áleið 1500 ymisk sløg av skotvápnum í Kanada. Forboðið í 2020 kom í kjalarvørrinum av einum hópskjótaríið, ið fór fram í Kanada, har 22 persónar vóru skotnir og dripnir.
Við nýggja lógaruppskotinum, Bill C-21, er ætlanin eisini at frátaka vápnaloyvi frá ávísum persónum. Til dømis persónum, ið hava framt harðskap í privata heiminum ella persónar, sum á annan hátt hava gjørt seg inná aðrar borgarar. Haraftrat fer lógaruppskotið at geva harðari revsing til persónar, ið smugla vápn inn í Kanada.
Í USA hevur skúlaskjótarí leingi verið ein afturvendandi trupulleiki, men ongin herðing av vápnalógini er komin í gildi í USA fyri at forða tí vaksandi trupulleikanum.
Tað er stórur munur á grannalondunum, Kanada og USA. Tað vísir ein kanning hjá Washington University. Talið av íbúgvum, sum eru dripnir av skotvápnum í Kanada er 0,5 per 100.000 íbúgva. Sama talið í Kanada er lágt í mun til í USA. Í USA er talið av íbúgvum, sum eru dripnir av skotvápnum 4,12 per 100.000 íbúgva.