Stjórnin í Japan hevur nú formliga biðið donsku stjórnina um at fáa Paul Watson útflýggjaðan til Japan. Tað skrivar danska kringvarpið.
Tann 21. juli varð Paul Watson handtikin í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, har hann var komin við skipi sínum, John Paul DeJoria.
Illa gitni hvalamótstøðumaðurin, Paul Watson, hevur stovnað felagsskapin, Captain Paul Watson Foundation og tey hava útvegað sær skipið, John Paul DeJoria. Tey vóru á veg til Japan ígjøgnum útnyrðingaleiðina norður um Norðuramerika ígjøgnum Beringssund, og á vegnum løgdu tey inn í Nuuk at bunkra olju.
Men har stóð løgreglan fyri teimum og handtók Paul Watson, tí Japan hevur eftirlýst hann altjóða fyri at hava gjørt seg inn á hvalaveiðumenn í Japan í 2010.
Paul Watson varð varðhaldsfongslaður til 15. august og nú hevur Japan so formliga biðið um at fáa hann útflýggjaðan til rættarsókn har.
Nú skal málið so viðgerast í danska løgmálaráðnum, áðrenn støða verður tikin til um hann skal útflýggjast ella ikki.