Stjórin í WHO: Koronaheimsfarsóttin endar í byrjanini av 2022

Hans Kluge, ið er stjóri í heilsuheimsstovninum, WHO Evropa, segði í samrøðu í “21 Søndag” í gjárkvøldið, at hann væntar, at koronaheimsfarsóttin endar í byrjanini av 2022

Sigurjón Einarsson
22. februar 2021 kl. 07:50

Í tíðindasendingini “21 Søndag” á DR í gjárkvøldið var samrøða við stjóran fyri heilsuheimsstovninum í Evropa, Hans Kluge. Har kom millum annað fram, at vit mugu venja okkum við tankan, at tílíkar heimsfarsóttir, sum korona, aftur kunnu fáa fastatøkur á alheimssamfelagið í framtíðini, og at korona framhaldandi fer at vera partur av okkara gerandisdegi – tó uttan tær víðgongdu avmarkingar, sum komu í gildi í teimum ymsu londunum í 2020.

Tá hann varð spurdur, nær hann væntaði, at hendan koronaalheimsfarsóttin fór at vera eitt yvirstaðið kapittul, so svaraði hann fyrst varliga, at eingin kundi spáa um, hvørja kós heimsfarsóttin fór at taka, men so helt hann fram:

- Eg vænti, at koronaheimsfarsóttin endar í byrjanini av 2022.

- Virusið fer framhaldandi at vera her, men vit fara ikki at síggja tær somu avmarkingarnar sum nú. Lat tað vera ein boðskapur um bjartskygni, segði Hans Kluge.