Ongi úrslit

Stjórin í Twitter farin frá

Jack Dorsey, sum setti Twitter á stovn í 2006, er farin frá sum stjóri, og hevur latið felagið upp í hendurnar hjá tekniska stjóranum.

Steinar Patursson
30. november 2021 kl. 00:46

Stjórin í Twitter, Jack Dorsey, hevur boðað frá, at hann er farin frá sum stjóri í Twitter.

Boðini komu í einum telduposti gjáramorgunin, sum hann eisini legði út á Twitter.

- Eg veit ikki, um nakar hevur fingið tað við, men eg eri farin frá í Twitter, byrjaði Jack Dorsey teldupostin.

Jack Dorsey boðaði samstundis frá, at tekniski stjórin í felagnum, Parag Agrawal, tekur við sum stjóri.

Tað var Jack Dorsey, sum stovnaði Twitter í 2006, og hevur havt ymsar leiklutir í felagnum, millum annað at vera stjóri í tveimum umførum.

Nú er hann so farin frá, og hann hevur eisini gjørt greitt, at tá núverandi tíðarskeið í nevndini er runnið, fer hann eisini úr nevndini.

Jack Dorsey legði aftrat, at hann helt, at tað var týdningarmikið, at Parag Agrawal fekk frælsið at leiða felagið ta leið, ið hann ætlaði sær, og at hann hevði fult álit á, at hann fór at vera ein góður stjóri.

Seinastu árini hava verið umstrídd fyri sosiala miðilin, og Dorsey og hini í Twitter hava verið fyri nógvum atfinningum, bæði fyri at vera ov hørð við leiðreglunum og fyri at vera ov lin.

Jack Dorsey valdi í januar at banna Donald Trump, fyrrverandi forseta, frá Twitter, eftir at Trump úttalaði seg jaliga um fólkamongdina, ið tók seg inn í US Capitol, har bæði umboðsmannatingið og senatið heldur til. Dorsey gjørdi tá greitt, at Trump hevði fingið fleiri ávaringar um ikki at misnýta Twitter.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

Í gjár kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48