Stjórin í Djurs Sommerland: Hetta er harmiligt

Hóast eldin í gjárkvøldið, har ein bygningur brendi í grund, so hevur Djurs Sommerland opið sum vanligt, nú undirhaldsgarðurin hevur havt opið í samband við Halloween

Sigurjón Einarsson
16. oktober 2020 kl. 09:31

Tað sá ógvisligt út í gjárkvøldið, tá ein bygningur í Djurs Sommerland stóð í ljósum loga, og sløkkiliðslið royndu at sløkkja eldin. Ein matstova í undirhaldsgarðinum brendi í grund, men hóast tað, so verður opið sum vanligt næstu tríggjar dagarnar, meðan Djurs Sommerland fagnar nútiðar siðarvin hjá amerikumonnum, Halloween.

- Djurs Sommerland opnar fríggjadagin tann 16.10. klokkan 10:00 sum vanligt, skrivar undirhaldsgarðurin á Facebook seint hóskvøldið.

Hóast undirhaldsgarðurin hóskvøldið var merktur av royki og eldslogum, so fer tað ikki at ávirka gestirnar fríggjadagin, heldur stjórin í Djurs Sommerland.

- Vit hava sett eitt hegn upp í nátt, so brendi bygningurin er avbyrgdur, men fólk fara sjálvandi at síggja brenda bygningin. Hetta er sera harmiligt, men annars hava vit opið sum vanligt, sigur stjórin, Henrik B. Nielsen, við TV2-Østjylland í morgun.