Stjórin á Posta hevur sagt upp

Hann fer frá eftir at hava verið stjóri í minni enn eitt ár

Áki Bertholden
8. oktober 2024 kl. 15:11

Hans Jákup Langgaard hevur gjørt av at siga seg úr starvi sum stjóri á Posta til 1. november 2024.

Eg havi verið glaður fyri tíðina á Posta, hóast úrslitið fyri 2023 var avbjóðandi. Tað hevur verið ein hendingarík tíð, sum hevur kravt nógvar broytingar fyri at venda gongdini. Vit hava skapt eitt gott grundarlag fyri víðari rakstri, sigur Hans Jákup, í stuttari fráboðan.

Nevndin fer nú undir eina tilgongt at finna nýggjan stjóra til Posta, sigur Joen Magnus Rasmussen, nevndarformaður á Posta.

Hans Jákup hevur verið stjóri síðan 1. desember 2023 og verður tøkur restina av árinum.