Ongi úrslit

Stjól fyri 8.000 krónur úr handli í Havn

Løgreglan hevur myndir av tjóvinum og nú royna tey at finna hann - og myndirnar verða kanska almannakunngjørdar

Áki Bertholdsen
17. apríl 2025 kl. 11:15

Tað hevur verið rættiliga friðarligt hjá løgregluni. Í gjár varð ein bilur steðgaður í vanliga eftirlitinum hjá løgregluni. Og tá ið bilførarin varð kannaður, fekk løgreglan illgruna um, at maðurin var ávirkaður av rúsevnum.

Blóðroynd er tikin av bilføraranum og so gongur málið sína gongd.

Á miðdegi í gjár varð ringt til løgregluna úr einum handli í Havn, sum selur elektronikk, og tey ringdu at melda, at har hevði eitt fólk verið inni og stolið.

Virðið á tí sum varð stolið, var næstan 8.000 krónur. Løgreglan hevur mynd av tjóvinum, men beint nú vita tey ikki, hvør tað er.

Nú royna tey at finna út av tí innanhýsis fyri at vita um nakar kennur viðkomandi. Løgreglan sigur, at eydnast tað ikki, skal støða takast til um myndin skal almannakunngerast.

At almannakunngera eina mynd, er eitt stórt inntriv og í tí sambandi skal støða takast til, um tað stendur mát við virði á tí, sum er stolið.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

Í gjár kl. 08:31

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

1. oktober kl. 09:09

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31