Ongi úrslit

Stilla upp til eldraráðið

© Chora 2030
Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 11:24

Ert tú 60 ár ella eldri og búsitandi í Tórshavnar kommunu, fært tú nú høvi til at stilla upp til eldraráðsval.

Kommuna lýsir eldraráðið soleiðis:

Høvuðsuppgávan hjá eldraráðnum er at geva politikarunum góð ráð og syrgja fyri, at atlit verða tikin fyri eldru borgarum, tá ið avgerðir verða tiknar.

Høvi er sostatt nú at stilla upp og gera ein mun. Tann 15. desember skulu veljast fimm limir og tríggir varalimir.

Les her, hvussu tú gert.

Hevur tú hug at stilla upp og harvið gera tína ávirkan galdandi, skalt tú fylla út valevnisfráboðanina, sum sæst niðanfyri. Skjalið fæst eisini í Snarskivuni í Havn.

Saman við fráboðanini skulu undirskriftir fylgja við frá fimm stillarum, sum somuleiðis mugu lúka treytirnar fyri valrætti til eldraráðið.

Lat fráboðanina inn í seinasta lagi 14. november. Tú kanst annaðhvørt senda okkum fráboðanina til teldupost: [email protected], ella lata hana inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Havn.

Valið fer fram í tíðarskeiðnum 24. november til 15. desember 2025, treytað av, at nóg nógv valevni stilla upp til at manna nevndina. Valið fer fram talgilt á Vanganum ella við brævatkvøðu í Snarskivuni. Fært tú sum veljari ikki brúkt hesar møguleikar, kanst tú boða Tórshavnar kommunu frá og brævatkvøða heima við hús. Nærri kunning um hesi viðurskifti verða at frætta eftir 14. november, tá greitt er um valið verður, ella um neyðugt verður at leingja uppstillingarfreistina fyri at fáa fleiri at stilla upp.

Sí nærri her.

Mest lisið hesa vikuna

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

5 tímar síðan

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Ein rópti rastistisk ókvæmisorð eftir løgreglufólki - og ein rætti teimum longutong

8. november kl. 10:06

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41