StÍF leitar eftir nýggjum venjara

Eftir at hava verið á Strondum í nakrar vikur hevur venjarin hjá mansliðnum, Peter Conrad Grove, sagt seg úr starvi

Jóannes Hansen
27. september 2023 kl. 23:17

Mansliðið í hondbólti skal hava nýggjan venjara. Í kvøld boðar Stranda Ítróttarfelag, StÍF, frá, at Peter Conrad Grove hevur sagt seg úr starvi sum høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum og hjá øllum dreingjaliðunum. Peter hevur verið í starvi hjá felagnum síðani fyrst í augst.

StÍF skrivar eisini, at avtala er gjørd við Mads Lindkvist um, at hann beinanvegin tekur ábyrgd av mansliðnum og øllum dreingjaliðunum, inn til nevndin hevur funnið eina varandi loysn so skjótt sum til ber. Mads hevur verið hjálparvenjari hjá mansliånum síðani í august. Mads hevur drúgvar royndir sum venjari, siga tey í StÍF í kvøld.

Tá ið tað í august varð kunngjørt, at Peter Conrad Grove var settur sum venjari, skrivaði StÍF millum annað soleiðis:

Peter er 33 ára gamal og kemur frá Odder, har hann fyrr hevur spælt hondbólt og verið venjari. Peter byrjaði sum venjari sum 15 ára gamal. Hann hevur fjølbroyttar venjararoyndir í Danmark. Hann hevur vant ungdómselitulið og vaksin, menn og kvinnur.

Eftir at hann hevur verið knappar tveir mánaðir á Strondum, hevur venjarin sagt seg úr starvi.

Besta mansliðið hjá StÍF hevur eftir trý umfør einki stig vunnið og er niðast á støðutalvuni.

Næsti dystur hjá strandingum verður sunnudagin í høllini á Skála. Tá verður H71 gestur hjá StÍF.