Video: StÍF føroyameistari í hondbólti hjá kvinnum

Tað var stórur munur á liðunum, tá StÍF í kvøld vann fjórðu finaluna og harvið eisini meistaraheitið í kvinnuhondbólti. Dysturin endaði við stórsigri, 30-20, til StÍF

Sveinur Tróndarson
21. apríl 2021 kl. 19:22

Til í kvøld hevði StÍF ongantíð vunnið meistaraheitið í kvinnuhondbólti.

Men nú er tað nullið strikað av listanum, tí í fjórða finaludystinum av fimm møguligum vann StÍF sín triðja dyst og harvið eisini meistaraheitið.

StÍF vann finaluna øgiliga greitt. Dysturin endaði 30-20, men heilt so galið sá tað ikki út til at skula ganga hjá Neistanum, tí tá góðir 20 minuttir vóru farnir av dystinum stóð á jøvnum 11-11.

Men so stongdi Nakamura málið hjá StÍF og í hinum endanum smekkaðu tær bóltarnar inn í Neista-málið, og tá farið varð til hálvleiks vóru fimm mál á muni, 16-11.

Seinni hálvleikur byrjaði ikki líka væl sum tann fyrri, tí liðini vóru trilvandi. Sum viðmerkjarin hjá KvF segði, so var setningurin hjá Neistanum greiður, um tær skuldu hava eina fimtu finalu. Tær skuldu vera betur enn StÍF í seinna hálvleiki, men tað vóru tær ikki. Og tí gekk tað sum tað gekk.

Sum hálvleikurin leið sást, at tað fór bara at vera ein spurningur um, hvussu stórur sigurin hjá StÍF fór at vera, og tá klokkan rundaði teir 60 minuttirnar hevði StÍF skorað 30 ferðir og Neistin 20.

Við tí var greitt, at StÍF á fyrsta sinni nakrantíð hevði vunnið meistaraheitið í kvinnuhondbólti, og hjartaliga til lukku við tí.

Tað var nú einki, sum talaði fyri, at StÍF, tá árið byrjaði, skuldi vinna meistaraheitið hjá kvinnum. Tá grundspælið var liðugt hevði liðið spælt seg millum fýra tey bestu, men tað vóru 11 stig upp til Kyndil og H71, sum lógu á einum deildum 1. plássi.

Men kappingin verður avgjørd í einum endaspæli, og har hava strandakvinnur víst, at tær eru stinnari. Fyrst við at vinna hálvfinaluna móti H71 í tveimum dystum, 24-21 og 23-22, og so við at vinna sjálva finaluna móti Neistanum við trimum dystum móti einum.

StÍF vann fyrsta dystin í Havn og tapti so á heimavølli á Skála, men í triðja dystinum kom munurin ordiliga til sjóndar. Tá vann StÍF 27-22 og í kvøld vunnu tær 30-20.