Fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið vera í kvøld. Forsøgnin sigur, at tað vera góð líkindi at spæla fótbólt í kvøld. Umframt heiður og æru, sum tað er at vinna steypafinaluna, so er stóra gularótin, at sigur í steypafinaluni ber við sær atgongumerki at luttaka í Europa á sumri í 2024. Teir fýra vinnararnir í kvøld vera sigur í trimum dystum frá europeiskum atgongumerki.
Tveir dystir vera í høvuðsstaðnum, og tveir dystir vera í Eysturoy.
Lutakastið lagaði tað soleiðis, at talan er um tríggjar grannauppgerð – B36 – HB, EB/Streymur – Skála og B68 – NSÍ. Fjórði dysturin verður á Argjum, har AB fær vitjan av 07 Vestur.
Eftir síðsta bríksl verður lutur drigin um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í hálvfinalunum. Í fjórðingsfinalunum verður tað í einum dysti avgjørt, hvør skal spæla í hálvfinalunum. Í hálvfinalunum verður spælt bæði á heimavølli og á útivølli.
Fyrra hálvfinalan er sett at vera mikudagin 28. juni, og seinna hálvfinalan er sett at vera mikudagin 27. september. Finalan er sett at vera leygardagin 4. november.
Løgmanssteypið
Fjórðingsfinalur
Í dag
EB/Streymur – Skála: Rúni Gaardbo kl. 18.00
B68 – NSÍ : Kári J. á Høvdanum kl. 18.00
B36 – HB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00
AB – 07 Vestur: Bjarki Danielsen kl. 17.00