Skulu vit taka kjansin og spáða um, hvørji lið koma í steypafinaluna hjá kvinnum, so liggur tað til at tað vera SÍ og Fleyr.
Ikki tí, Dráttur og SÍ spæla ofta øgiliga javnar dystir, og tí er slett ikki óhugsandi, at Dráttur kann taka plássið, men tað er í øllum førum greitt, at bara annar av finalistunum frá í fjør verður í finaluni í ár.
Orsøkin til tað er einføld, finalistarnir frá í fjør bresta saman í seinnu hálvfinaluni leygardagin.
Fleyr tykist omaná
Tað eru tvey lið, sum ikki hava serliga stoltar steypatraditiónir, sum bresta saman í fyrru hálvfinaluni hjá kvinnum seinnapartin leygardagin.
Gaman í hevur Fleyr verið í finaluni fimm ferðir, og vunnið tvær ferðir, men KÍF hevur tapt tær báðar finalurnar, sum liðið hevur verið í.
Harafturat er tað eru tað fimm ár síðan, at KÍF var í síni seinnu finalu og 15 síðan liðið fyrstu ferð var í finaluni. Legg so afturat, at KÍF er rímiliga langt aftanfyri Fleyr í landskappingini, og so fært tú samanlagt tað burturúr, at Fleyr er favorittur til annað plássið í finaluni.Fleyr hevur eisini royndar spælarar á vøllinum, bæði tá tað kemur til lið og landslið, og eisini tí er sannlíkt, at eldra – og størra – flogbóltsfelagið í høvuðsstaðarkommununi verður omaná, tá hálvfinalan er liðug.
Annað – ikki bæði
Tað er einki at taka seg aftur í, at Vágar hava verið heilt har frammi í flogbólti seinastu nógvu árini.
Vágar eru býttar soleiðis upp, at í Sørvági hava tey bæði kvinnu- og mansflogbólt, í Miðvági og Sandavági hava tey kvinnuflogbólt burturav. Felags er, at liðini hava klárað seg væl í kappingunum, tó við SÍ, sum tað felagið, sum gongur undan.
Í fjør spældu hesi bæði liðini eina spennandi steypafinalu, har tað leingi sá út til, at Dráttur skuldi vinna. Men so raknaði SÍ við og vendi dystinum frá einum hóttandi tapi til 3-2 sigur.
Fyrru ferð liðini spældu í ár endaði tað eisini 3-2 til SÍ, men seinnu ferðina var talan um ein greiðari sigur. Og akkurát tí er spennandi at síggja, hvussu leikur fer í morgin. Tí vit vita, at Dráttur hevur serligar orsøkir til at stríðast eyka nógv, tá tað er SÍ sum stendur hinumegin.
Tað er jú oddasessurin í Vágum, sum stendur upp á spæl, og við fleiri fyrrverandi spælarum úr SÍ í hópinum hevur Dráttur enn fleiri orsøkir til at spíla seg meira út.
Hyggja vit tó eftir stigatalvuni, so hava sørvágskvinnur tann fyrimun, sum ger, at vit siga, at tær eru favorittar til seinna finaluplássið hesaferð.
Hálvfinalurnar hjá kvinnumverða spældar í Badmintonhøllini í Klaksvík í morgin, leygardagin:
Klokkan 13: Fleyr – KÍF
Klokkan 17: SÍ – Dráttur