Í alt 12 steypafinalur skulu avgreiðast um vikuskiftið í Stórhøllini á Hálsi í Havn. Spælt verður í nýggju karmunum, sum høllin nú hevur at bjóða.
Meistaradeildarliðini spæla leygardagin 24. februar soleiðis:
13,30
menn
ÍF
SÍ
16,00
kvinnur
Fleyr
Dráttur
Báðar finalurnar verða vístar í KVF-sjónvarpinum umframt at Rás 2 hevur beinleiðis frásøgn frá dystunum.
10 ungdóms- og barnasteypafinalur
Men tað er ikki bara tey vaksnu sum skulu royna seg.
10 aðrar finalur skulu avgreiðast, so hetta setur høllina undir trýst, og tí er neyðugt at byrja fyrstu finaluna longu leygarmorgunin klokkan 09,00. Hildið verður áfram líka til klokkan umleið 21,30 sunnukvøldið, tá seinasta steypafinalan endar.
Dystarskráin fyri tey ungu er henda:
Leygardagur 24. februar:
9,00
G 14 b
Ternan
SÍ b
10,00
D 17
SÍ
Fleyr
18,00
D 12
SÍ
Ternan
Sunnudagur 25. februar
13,00
G 12
SÍ
Ternan
14,15
G 14 a
SÍ
TB
15,30
G 16
Fleyr
SÍ
16,45
KU
TB
Fleyr
18,00
D 15
SÍ
Fleyr
19,15
G 19
SÍ
Fleyr
MU
Fleyr
SÍ
Flogbóltssamband Føroya skipar fyri beinleiðis stroyming frá øllum ungdóms-og barnafinalunum. Hvar hetta verður at síggja verður kunngjørt á heimasíðuni hjá flogbóltssambandinum, www.fbf.fo