Leygardagin verður hálvfinaludagurin í steypakappingini í flogbólti í Klaksvík, har lagt verður fyri kl. 13, og so verður ikki helmað í fyrr enn um níggju tíðina á kvøldi. Fyrra hálvfinalan hjá kvinnum er millum heimaliðið Mjølnir og oddaliðið í landskappingini, Drátt. Seinna hálvfinalan er ímillum steypafinalistarnar frá í fjør, SÍ og Fleyr.
Dráttur - Mjølnir, kl. 13:00
Tað er ikki at siga ov nógv, at Dráttur er favorittur at vinna á teimum lokalu úr Mjølni. Dráttur er greitt oddalið í landskappingini, og tað var ikki fyrr enn seinasta sunnudag, at Dráttur tapti fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið, tá Fleyr vann 3-2.
Men júst tað gevur eisini Mjølni vón um, at tað letur seg gera at vinna á sterka vágaliðnum. Haraftrat er Mjølnir í vinnaraformi í løtuni og hevur vunnið fimm av sínum seinastu landskappingardystum upp í slag.
Fyri Mjølnir er tað skot fyri bógvin, at sterki miðleikarin Sirið H. Samson hevur fingið skaða, tí saman við Annu Arnholdsdóttir er hon avgerandi í blokkinum, skal besti álopsleikarin hjá kvinnum, Tereza Kerpcarová hjá Drátti, steðgast.
Liðini hava spælt eina ferð ímóti hvørjum øðrum í hesum kappingarárinum, og hóast úrslitið sigur, at Dráttur vann 3-0, so fekk dysturin illa verið javnari, tí settini endaðu 27-25, 27-25 og 25-23 til Drátt, har Mjølnir hevði settbólt í øðrum setti.
SÍ – Fleyr, kl. 17:00
Seinna hálvfinalan hjá kvinnum er ímillum steypafinalistarnar frá í fjør, og ymsar ábendingar eru um, at hetta kann gerast ein av teimum drúgvaru dystunum. Tá liðini møttust í Sørvági í landskappingini fyri einum mánaði síðan, vann SÍ 3-2, og tað er ikki óhugsandi, at vit aftur kunnu fáa ein fimmsettara hesa ferð.
Bæði liðini fingu annars eina trilvandi byrjan upp á kappingarárið, men hava síðan fótað sær. Fyrstu dystirnar tapti SÍ greitt, men tá onkrar at teimum frægu, sum høvdu verið burtur, komu aftur, fór at ganga betur, og eisini hevur brasilski hevarin Rhilari Da Silva Poulquerio Nogueira gjørt stóran mun. Og fyri kortum kom uppaftur ein brasilsk á liðið, kantspælarin Ana Cecilia Goulart, og við sínum 185 cm verður hon ikki løtt at steðga hjá Fleyr-blokkinum. Haraftrat servar hon væl.
Leiðin hjá Fleyr í hálvfinaluna var eitt sindur knortlut, og eftir akkurát at hava vunnið 3-2 á KÍF í bólkaspælinum, var neyðugt at vinna á TB í seinasta dystinum. Tað eydnaðist, tó at TB vann eitt sett. Men 3-2 sigurin sunnudagin, á áður ósigraða Drátti í landskappingini, hevur ivaleyst givið Fleyr eina saltvantsinnspræning.
Liðið hjá Fleyr er í miðal nakað eldri enn tað hjá SÍ, og teir royndastu leikararnir hava samanlagt spælt 79 A-landsdystirnir fyri Føroyar, har kanturin Anja Danielsen eigur teir flestu, 46 í tali. Hjá SÍ er tað bara Sofía Weihe Simonsen, sum hevur spælt A-landsdystir, níggju í tali. Tó hava tær flestu av hinum spælt eina ørgrynnu av ungdómslandsdystum.
Skráin fyri hálvfinalurnar í Bónus-kappingini leygardagin 10. februar í Klaksvík:
Kl. 13:00 Dráttur – Mjølnir, kvinnur
Kl. 15:00 SÍ – ÍF, menn
Kl. 17:00 SÍ – Fleyr, kvinnur
Kl. 19:00 Mjølnir – Fleyr, menn
Allir dystirnir verða vístir í Televarpinum.