Steypafinalan hjá kvinnunum

Tað kann koppa báðar vegir.

Dan Lamhauge
21. november 2020 kl. 20:46

Kl 17:30 í annaðkvøld, sunnukvøldið, bríkslar Heini Viðoy kvinnufinaluna í gongd á Tórsvølli. Tað eru toppliðini í landskappingini, føroyameistararnir úr KÍ og NSÍ, sum møtast í finaluni.

Hesi liðini hava spælt fýra dystir móti hvør øðrum í ár. Tríggjar ferðir hevur KÍ vunnið og einaferð endaði við javnleiki. Men, talan hevur verið um sera tættar dystir, har mál í síðstu løtu hava avgjørt. Tí kunnu vit vænta okkum eina tætta finalu, har avgerðin kann fella seint í dystinum.

Í Runavík hava tær fyrireikað seg væl til dystin uttan at broyta ov nógv av spælinum.

-Vit eru eitt nýtt lið, sum er samansett í ár. Her eru nógvar ungar, sum gerast betri og betri fyri hvønn dyst og so nakrar eldir, sum roynast væl.

Tað sigur ein av royndastu leikarunum hjá NSÍ, liðskiparin Heidi Sevdal.

-Vit avrika sum lið, og tað eru vit komnar langt við í ár. Tað skulu vit aftur í morgin, sigur Heidi.

-Um liðavrikið er gott, so skulu profilarnir nokk sláa til, heldur hon.

-Vit hava spælt sera tættar dystir móti KÍ í ár, men enn er tað koppað til KÍ hvørja ferð. Um vit arbeiða hart í morgin, so kanska tað koppar okkara veg hesaferð.

Heidi hevur mót upp á tað.

-Fyrst mugu vit tora at vinna. Annars kann alt gera tað sama, staðfestir hon.

-Vit hava allar leikarar tøkar til hendan dystin. Hetta er fyrsta finalan hjá fleiri leikarum, og tí er hetta samstundis ein serligur dystur.

Spurd um, hvat fjeppararnir gera burtur úr dystinum, er Heidi ivasom. Hon harmast um, at neyðugt var at flyta dystin til sunnudag.

-Tað hevði helst verið meira futtur í, um dysturin varð leiktur leygardag. Nú fáa vit at síggja, sigur Heidi at enda.

Í KÍ-leguni er lagið gott. Fyrsta steypið kom í hús, tá tær fyri mánaði síðani vunnu FM. Og liðið er fullmannað.

-Síðani vit vunnu okkum í finaluna seinasta vikuskiftið, hava vit vant miðvíst fram móti júst hesum dystinum, fortelur 18 ára gamli liðskiparin, Sanna Svarvadal.

-Í gjár spældi veðrið eitt puss, so vit hava vant inni í KÍ-høllini í dag. Talan var um taktiska venjing, tí vit taka uppgávuna í álvara, sigur Sanna.

KÍ hevur havt eitt avbera gott kappingarár. Tær spældu 20 dystir og vunnu 18 teirra og leiktu 2 javnleikir. Tí ásannar Sanna, at KÍ má átaka sær favoritleiklutin.

-Trýstið er á okkum. Tað, at vit ongan dyst hava tapt í ár, er okkara motivatión. Vit ætla ongan dyst at tapa í ár, sigur ungi liðskiparin hjá sigursvanda liðnum.

Hóast talan er um størsta einstaka dystin í árinum, sjálva finaluna um løgmansteypið, so skulu tær í KÍ halda fokus.

-Vit skulu ikki hugsa so nógv um, at hetta er ein finala. Vit skulu halda fokus frá fyrsta bríksli, tí vit vænta, at NSÍ fer at leggja trýst á frá byrjan, metir Sanna.

Sanna veit ikki, hvussu verður við áskoðarunum úr Klaksvík.

-Líkamikið hvussu hesin dysturin endar, so bjóðar KÍ okkum til ein døgurða í annaðkvøld, tí vit eru føroyameistarar, og tað skal merkjast, sigur Sanna at enda.

Finalan byrjar kl 17:30 og verður leikt á Tórsvølli.