Steven Seagal, sum hevur russiskan ríkisborgararætt, meldaði seg í vikuskiftinum inn í russiskan flokkin, sum stuðlar Putini, Rættvísi Russland.
Seagal sigur seg vera hugtiknan av russiska forsetanum, Vladimir Putin, og hevur – í samband við sína innliman í politiska flokkin – skotið upp, at revsingin fyri umhvørvisskaðar skal verða harðari.
Flokkurin, Rættvísi Russland, varð settur á stovn 28. oktober 2006, tá vinstrasinnaði flokkurin Rodina, tann Russiski Lívsflokkurin og Russiski Pensjónsflokkurin løgdu saman. Seinni eru seks minni flokkar komnir við í Rættvísi Russland.
Rættvísi Russland er grundað á hesar meginreglur: Líkindi, frælsi og samhaldsfesti. Flokkurin mælir til skapan av tí “Nýggju sosialismuni í 21. øld”, sum skal tryggja rættindi og frælsi fyri tann einstaka og tryggja eitt væl skipað vælferðarsamfelag, skrivar flokkurin í sínum virðisgrundarlagið, sambært Berlingske.
Steven Seagal, sum er mest kendur fyri sínar leiklutir í fleiri Hollywood-spenningsfilmum frá 80-unum og byrjanini av 90-unum, hevur síðani 2016 verið russiskur ríkisborgari. Í 2018 varð hann útnevndur til at vera eitt “serligt umboð” fyri at varðveita tey góðu “mannvinarligu bondini” millum Russland og USA.