Fyrr í hesum mánaðanum kom tað fram, at Steven Gerrard var um boðið at taka við venjarastarvinum hjá pólska landsliðnum.
Um Liverpool legendan fekk eitt ítøkiligt tilboð er ógreitt, men Sambært pólska miðilinum, Meczyki, vóru samráðingar í gongd millum pólska fótbóltssambandið og Steven Gerrard.
Nú er í øllum førum greitt, at Steven Gerrard ikki verður pólskur landsliðsvenjari og kemur sostatt ikki til Føroya í oktober.
Nú er váttað, at Fernando Santos er nýggi venjarin hjá Póllandi. Fernando Santos var venjari hjá Portugal í átta ár og vann EM í 2016. Eitt skuffandi endaspæl hjá Portugal í Qatar bleiv seinasta vaktin hjá Santos, sum portugisiskur landsliðsvenjari.