Steven Gerrard er til reiðar at seta seg í venjarasessin aftur
Nógv bendur á, at Steven Gerrard fer at halda fram við yrkisleiðini í Saudi Arabia
Ragnar Sjúrðarson
3. juli 2023 kl. 16:00
Í seinastuni eru fleiri stórspælarar og venjarar farnir til múgvandi Saudi Pro League.
Robbie Fowler tók av einum venjarastarvi har í síðstu viku, og nú sær tað út til at Steven Gerrard fer at gera tað sama sum fyrrverandi áleyparin hjá Liverpool.
Tað sigur álítandi James Pearce frá The Athletic.
“Steven Gerrard sær út til at blíva venjari í saudiarabiska liðnum AL Ettifaq í Saudi Pro League”, skrivar journalisturin.
Um Gerrard velur at fara til Saudi Pro League verður hetta fyrsta venjarastarvið hjá Gerrard, síðan hann bleiv koyrdur hjá Aston Villa í oktober í fjør.
Áðrenn hann bleiv venjari hjá Villa, var Gerrard venjari hjá Rangers í trý ár.